Tað er háspenningur í innleiðandi EM-bólki B, ið verður leiktur í Mannheim.
Aftaná tvey umfør hava Kroatia og Eysturríki trý stig hvør. Spania hevur tvey stig, meðan Rumenia einki stig hevur.
Í dag leiktu Kroatia og Eysturríki javnleik, ið er eitt vónbrot fyri Kroatia, meðan Spania vann stórsigur á Rumenia.
Kroatia - Eysturríki 28-28 (14-12)
Kroatia : Mario Sostaric 6, Veron Nacinovic 5, Filip Glavas 3, Luka Klarica 3, Marin Jelinic 3, Luka Cindric 3, Ivan Martinovic 2, Zvonimir Srna 1, Marin Sipic 1, Tin Lucin 1.
Eysturríki : Mykola Bilyk 7, Robert Weber 6, Lukas Hutecek 4, Janko Bozovic 3, Sebastian Frimmel 2, Lukas Herburger 2, Boris Zivkovic 2, Tobias Wagner 2.
Rumenia - Spania 24-36 (12-17)
Rumenia: Ionut Nistor Ionita 4, Calin Dedu 4, Radu Cristian Ghita 3, Iosif Andrei Buzle 3, Gabriel Ilie 2, Robert Nagy 2, Demis Grigoras 2, Andrei Dragan 2, Daniel Stanciuc 1, Stefan Cumpanici 1.
Spania: Aleix Gomez 8, Daniel Fernandez 6, Alex Dujshebaev 4, Imanol Garciandia 3, Abel Serdio 3, Ian Tarrafeta 3, Daniel Dujshebaev 3, Agustin Casado 2, Jorge Maqueda 1, Adrian Figueras 1, Joan Canellas 1, Kauldi Odriozola 1.
16. januar:
17.00 Kroatia – Rumenia.
19.30 Spania – Eysturríki.