EM-kappingin í flogbólti er nú byrjað

Fyri løtu síðani byrjaði fyrsti dysturin í EM kappingini, sum um vikuskiftið verður í Stórhøllini í Tórshavn.

Fyri løtu síðani byrjaði fyrsti dysturin í EM kappingini, sum um vikuskiftið verður í Stórhøllini í Tórshavn.

 

Fyrsti dysturin verður millum Finnland og Ísland, og uttan at taka nakað frá Íslandi, so verður roknað við, at Finnland er favorittur at vinna dystin – og kanska samlaðu kappingina eisini.

 

Allir dystirnir verða stroymdi beinleiðis TRÝST HER

 

https://www.youtube.com/channel/UCkaaCl-FzLSdOa-P8cazH-Q/live

 

Føroyar spæla sín fyrsta dyst í kappingini í dag klokkan 15:00 móti Írlandi.

 

Tað er ókeypis atgongd til allar dystirnar.

 

Flogbóltsstambandið skrivar, at hetta er yngsti árgangur, ið Flogbóltssambandið nakrantíð hevur havt við í altjóða kapping, so vit eru øll spent at síggja, hvussu tað fer at ganga.

 

– Hetta er samstundis størsta einstaka kappingin, ið Flogbóltssambandið hevur fyriskipað, so eisini tað er spennandi. Hetta er alt samalt liður í tilgongdini at menna leikararnar til størru uppgávurnar, ið liggja fyri framman á altjóða pallinum. Bæði fyri leikararnar og fyri fyriskipararnar.

 

Tað verða 12 gentur, ið skulu umboða Føroyar á vøllinum, men allir føroyingar og áhugað annars kunnu gera sítt til at stuðla teimum 12, tí tað er ókeypis atgongd til allar dystirnar.

 

Dystarskráin fríggjadagin sær soleiðis út:
kl.  8.30 Finnland - Ísland
kl. 10.30 Danmark - Írland
kl. 13.00 Svøríki - Ísland
kl. 15.00 Føroyar - Írland
kl. 17.30 Finnland - Svøríki
kl. 19.30 Danmark - Føroyar

 

Alt eftir, hvussu úrslitini hátta seg, verða fjórðings- og hálvfinalur leiktar leygardagin, og dystirnir um endaligu støðuna sunnudagin.