VIDEO : Ísland vann seg í hálvfinaluna í stórum stíli (EM)

Ísland smurdi Slovenia av í seinna hálvleiki

Mynd: Ritzau Scanpix

Íslendska manslandsliðið í hondbólti hevur fyri fyrstu ferð í 16 ár vunnið seg í eina hálvfinalu í einum endaspæli.

 

Íslendingar vunnu stórsigur 39-31 á Slovenia í Malmö Arena, har íslendsku áskoðararnir prógvaðu, at teir eru næstbestu fjeppararnir í heiminum.

 

Slovenia var væl við í fyrra hálvleiki, og var Ísland á odda við tveimum málum, 18-16 í steðginum. Í seinna hálvleiki runnu íslendingar frá slovenum, og var verjuspælið hjá teimum eisini framúr.

 

Gongdin í dystinum var hendan: 2:2, 5:5, 10:7, 14:13, 18:16, 20:19, 25:20, 28:22, 30:24, 34:27, 39:31. (Kelda: Morgunblaðið).

 

Ísland hevur sjey stig í EM-millumbólki 2, og teir enda í minsta lagi á øðrum plássinum. Um Ungarn vinnur óvæntaðan sigur á Kroatia, so enda íslendingar ovast í bólkinum. 

 

Í Boxen í Herning møtir Ísland antin Danmark, Fraklandi ella Týsklandi í hálvfinaluni. Hálvfinalurnar vera leiktar fríggjadagin. 

 

Bestu úrslitini hjá Íslandi í søguni eru OL-silvur í 2008, og EM-bronsa í 2010. Í EM-endaspælinum í 2002 endaði Ísland á einum fjórða plássi. Í olympiska endaspælinum í 1992 endaði Ísland eisini á einum fjórða plássi.

 

Ísland: Elliði Snær Viðarsson 8, Óðinn Þór Ríkharðsson 7, Ómar Ingi Magnússon 7/2, Orri Freyr Þorkelsson 4, Bjarki Már Elísson 3, Janus Daði Smárason 3, Haukur Þrastarson 2, Gísli Þorgeir Kristjánsson 2, Viggó Kristjánsson 1, Arnar Freyr Arnarsson 1, Teitur Örn Einarsson 1.

Bjargingar: Viktor Gísli Hallgrímsson 7, Björgvin Páll Gústavsson 0. (Kelda: handbolti.is)

 

HER er skráin fyri millumbólk 2:

 

23. januar: Ísland – Kroatia 29-30

 

23. januar: Sveis – Ungarn 29-29

 

23. januar: Slovenia – Svøríki 31-35

 

25. januar: Slovenia – Ungarn 35-32

 

25. januar: Ísland – Svøríki 35-27

 

25. januar: Sveis – Kroatia 24-28

 

27. januar: Sveis – Ísland 38-38

 

27. januar: Slovenia – Kroatia 25-29

 

27. januar: Svøríki – Ungarn 32-32

 

28. januar: Slovenia – Ísland 31-39

 

28. januar: Kroatia – Ungarn, kl. 17.

 

28. januar: Sveis – Svøríki, kl. 19.30.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Slovenia-Ísland 31-39 (16-18):

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix