EM-hondbóltur: Sveis-Føroyar spæla klokkan 17

Nú klokka 17 byrjar fyrsti dystur hjá føroyskum kvinnulandsliði í EM endaspæl

Sveis og Føroyar hittast í fyrsta dystinum í bólkaspælinum, sum verður klokkan 17 og sum sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir beinleiðis – men lonku klokkan 16:15 byrjar undansendingin hjá Kringvarpinum.

Sambært fjepparasíðuni basel.fo, so hava fjepparar fyrireikað seg til, at øll tendra ljósið á fartelefonini, tá spælararnir verða róptir inn.

– Og tá ið Føroyar skora mál nr. 1, 5, 10, 15, 20, 25 og so framvegis, halda vit øll merkið upp, sum er á klapparinum, ið er á hvørjum stóli.

– Tá ið klokkan vísir 20:00 syngja vit øll "Hvít sum kavi, blátt sum havið" hjá Terja Rasmussen, skrivar fjepparasíðan basel.fo