Eyðun Samuelsen, altjóða dómari og hondbóltsviðmerkjari, tekur saman um dystirnar í gjár og kemur við sínum metingum um dagsins dystir.
- Dysturin millum Ísland og Ungarn verður serliga spennandi, sigur hann
Eyðun Samuelsen, altjóða dómari og hondbóltsviðmerkjari, var fyrrapartin á Rás2, har hann tók saman um dystirnar í gjár og kom við sínum metingum um dagsins dystir.
Og Eyðun Samuelsen gleðir seg sera nógv til ein dyst.
- Tað er dysturin millum Ísland og Ungarn. Hatta er dysturin, tú skalt hyggja eftir í dag. Tað er ein spennandi dystur, sum hevur nógv at siga fyri bæði liðini. Dysturin er ógvuliga avgerandi fyri at fáa eina góða plasering í bólkinum, sigur Eyðun Samuelsen millum annað.
Um dystirnar segði Eyðun Samuelsen seg millum annað fegnast um, at Svøríki fekk eina góða byrjan.
- Á henda hátt sær tað út til at blíva rættiliga stuttligt og spennandi at fylgja við EM. Men dystirnir, sum koma nú, altso nummar tvey og nummar trý í bólkinum, verða ógvuliga avgerandi, segði Eyðun Samuelsen, altjóða hondbóltsdómari og viðmerkjari á Rás2.
Hoyr Eyðun Samuelsen greiða frá við at trýsta pílin undir myndini.
Dystirnir í dag eru hesir:
Ungarn – Ísland
Noreg – Spania
Makedonia – Kekkia
Eysturríki – Danmark
Úrslitini í gjár:
Frankaríki – Russland 35-38
Serbia – Pólland 20-19
Svøríki – Montenegro 28-21
Kroatia – Hvítarussland 33-22
Eitt fullfíggjað yvirlit yvir skránna og úrslitini fæst her.










