Stóri spurningurin hjá donsku EM-fyriskiparunum er, um Rikke Skov verður 100% klár til EM á danskari og norskari grund.
Ein annar spurningur var, um Lærke Møller, danski play-makarin, gjørdist klár til EM, og tað gjørdist hon. Harvið hevur Jan Pytlick, danski venjarin, ein stóran trupulleika minni at dragast við.
Donsku miðlarnir eru í dag í iva um, hvørt Rikke Skov verður púra klár til dystirnar, sum byrja í morgin, tá Danmark tekur ímóti Serbia.
Danmark vann annars stórt í einum venjingardysti móti júst Serbia fyri 10 døgum síðani, men roknað verður kortini ikki við, at Danmark fær so lætt spæl í morgin.
Hinvegin er neyvan ivi um, at Danmark má taka favoritteitið á seg í dystinum í morgin. Og tá verður Lærke Møller altso við, meðan Rikke Skov sum nevnt er eitt sindur ivasom.









