EM hjólið komið einaferð runt

Øll liðini hava nú spælt ein dyst Í EM endaspælinum og í dag byrjar annað umfar í bólkaspælinum. Fyrri dysturin verður millum Grikkaland og Kekkia, meðan Pólland í kvøld tekur móti oddaliðnum í bólkinum, Russlandi.

 

Grikkaland vísti í setanardystinum, at teir eru sinnaðir at stríðast fyri sakini. Tá vóru teir aftanfyri 1-0 og ein mann í undirtal, tá fari var til hávleiks. Tá dysturin var liðugur var Grikkaland nærri sigrinum enn Pólland í 1-1 javnleikinum.

 

Kekkia fekk ein ordans lúsing móti Russland í fyrsta umfari. Kekkiska liðið varð spælt sundur og tapti heili 4-1. Hvørki Kekkia ella Grikkaland hava sínar styrkir í álopinum og tí kundi hugsast at talan verður um málfátakan dyst í dag.

 

Pólland tóktist fáa eina dreyma byrjan, tá stóra stjørnan á liðnum, Robert Lewandowski, stútaði vertstjóðina á odda. Grikkaland fekk eisini ein mann útvístan fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki riggaði einki. Fyrst javnaði Grikkaland og løtu seinni fekk Arsenal málverjin, Wojciech Szczesny, reytt kort fyri at gera brotsspark, sum grikkar tó brendu. Hann hevur leikbann í til dystin í dag.

 

Russland fekk eina dreyma byrjan upp á EM við einum kúsandi 4-1 sigri á Kekkia. 21-ára gamli Alan Dzagoev skoraði tvey av málunum og spældi saman við millum annað Andrei Arshavin ein góðan dyst. Vinnur Russland á Póllandi í kvøld tryggja teir sær samstundis eitt pláss í fjórðingsfinalunum.

 

Bólkur D:

 

Grikkaland – Kekkia 17.00

Pólland – Russland 19.45

 

1 Russland 1 (4-1) 3

2 Pólland 1 (1-1) 1

3 Grikkaland 1 (1-1) 1

4 Kekkia 1 (1-4) 0