Tað hava verið tilsamans átta dystir í EM-undankappingini í kvøld. Sigast má, at tað hevur hepnast væl hjá norðurlondum í kvøld, tí umframt ótrúliga føroyska sigurin, so eydnaðist tað Danmark at vinna 1-3 ímóti Serbia eftir at teir annars vóru aftanfyri 1-0.
Í Týsklandi var vandi fyri, at pinkutjóðin Gibraltar fór at fáa ein avsmurning, men teir sluppu rímiliga væl frá uppgávuni og taptu 4-0.
Í bólki I, har Føroyar eru í, gjørdist talan um tveir heimasigrar í hinum báðum dystunum. Ungarn vann 1-0 ímóti Finnlandi, meðan Rumenia vann 2-0 ímóti Norðurírlandi
Sí øll úrslitini niðanfyri:
Bólkur D
Georgia – Pólland 0-4 (0-0)
0-1: Glik, 51.
0-2: Krychowiak, 70.
0-3: Mila, 74.
0-4: Milik, 90.
Týskland – Gibraltar 4-0 (3-0)
1-0: Müller, 12.
2-0: Müller, 29
3-0: Götze, 38.
4-0: Santos, 67. (sj.)
Skottland – Írland 1-0 (0-0)
1-0: Maloney, 75.
Bólkur F
Grikkaland – Føroyar 0-1 (0-0)
0-1: Edmundsson, 61.
Ungarn – Finnland 1-0 (0-0)
1-0: Gera, 84.
Rumenia – Norðurírland 2-0 (0-0)
1-0: Papp, 74.
2-0: Papp, 79.
Bólkur I
Portugal – Armenia 1-0 (0-0)
1-0: Ronaldo, 72.
Serbia – Danmark 1-3 (1-0)
1-0: Tosic, 4.
1-1: Bendtner, 60.
1-2: Kjær, 62.
1-3: Bendtner, 85.










