EM: Her er All Star liðið

Ikki óvæntað er Mathias Gidsel valdur at vera MVP

Evropeiska hondbóltssambandið, EHF hevur kunngjørt hvørjir leikarar eru valdir á EM All Star liðið.

 

Vinstri vongur: August Pedersen (Noreg)

Vinstri bakkur: Simon Pytlick (Danmark)

Spælskipari: Gísli Kristjánsson (Ísland)

Høgri bakkur: Francisco Costa (Portugal)

Høgri vongur: Mario Sostarić (Kroatia)

Strikuleikari: Johannes Golla (Týskland)

Málverji: Andreas Wolff (Týskland)

 

Harumframt letur EHF hesar virðislønirnar:

 

Verjuleikari: Salvador Salvador (Portugal)

Besti ungi leikarin: Francisco Costa (Portugal)

MVP: Mathias Gidsel (Danmark) - Mest virðismikli leikarin

 

Portugiski javnaldrin hjá Óla Mittún, Francisco Costa vann sostatt tveir heiðrar.