EM-flogbóltur fyri smátjóðir setur met

Føroysku kvinnu- og manslandsliðini í flogbólti verða bæði við í EM-kappingini 2014/2015 í flogbólti fyri smátjóðir, sum europeiska flogbóltssamgongan CEV skipar fyri við innleiðandi bólkaspæli næsta summar og endaspæli í 2015.

Bólkarnir eru júst almannakunngjørdir og somuleiðis, hvør skal hýsa hvørjum bólki í innleiðandi EM-kappingini næsta ár, sum hevur sett met, tí ikki færri enn 12 av teimum 15 smátjóðunum í Europa eru við.

Níggju lið eru við í kappingini hjá kvinnum, har Føroyar eru í bólki B saman við Íslandi, sum hýsir hesum bólkaspælinum, Luxembourg og Liechtenstein. Í bólki A eru Skotland, sum hýsir bólkaspælinum, Kypros, Malta, Írland og Norðurírland. Endaspælið hjá kvinnunum verður í Liechtenstein í 2015.

Manslandsliðið er í bólki A saman við Kypros, sum er vertur, Norðurírlandi og Andorra, og í B-bólkinum eru Ísland, sum er vertur, Skotland og Luxembourg. Endaspælið hjá monnunum verður í Luxembourg í 2015.