EM-finalan í fótbólti verður ein sunnukvøldsdystur

EM-finalan verður spæld á olympiska leikvøllinum í Berlin

EM-endaspælið i fótbólti hjá monnum verður leikt í Týsklandi komandi summar, dagarnar millum 14. juni og 14. juli.

 

Sjálv EM-finalan verður leikt á glæsuliga leikvøllinum, Olympiastadion í Berlin, og fellir á sunnudagin 14. juli.

 

Hóast talan er um ein sunnudag verður EM-finalan ikki leikt seint seinnapartin, sum ofta hevur verið vanligt, men um kvøldið.

 

Dystarbyrjan verður so seint sum klokkan 21 lokala tíð, also klokkan 20 okkara tíð.

 

Seks EM-dystir vera leiktir á olympiska leikvøllinum í Berlin, tríggir dystir í innleiðandi bólkaspælinum, ein áttandapartsfinala, ein fjórðingsfinala og finalan.

 

Áskoðarakapaseteturin á olympiska leikvøllinum er 69.000 áskoðarar.