EM: Favorittar bresta saman í seinastu royndini áðrenn hálvfinalurnar (stroyming, skrá og støða)

Øll liðini spæla seinasta dystin í høvuðsumfarinum í dag – sí yvirlit, frágreiðing og beinleiðis stroyming her

Í dag er seinasti dagur í høvuðsumfarinum í EM í manshondbólti, og støðutalvurnar eru nú vorðnar so einfaldar sum tær fáa verið undir hesum kappingarleistinum.

Tríggjar tjóðir hava longu tryggjað sær pláss í hálvfinalunum, og hjá teimum trimum; Spania, Kroatia og Norra, snýr dagurin í dag seg um, at vinna sær fremsta plássið sínum bólki. Fyrimunurin við tí er, at tú spælir hálvfinalu ímóti næstfremsta liðnum í hinum. Altso onkursvegna ein lættari dyst í hálvfinaluni - á pappírinum.

Seinasta hálvfinaluplássið fer antin til Ungarn ella Slovenia úr bólki tvey.

Slovenia spælir ímóti Norra klokkan 17.15. Setningurin hjá Slovenia er púra greiður. Fær Slovenia eitt stig, enda Bombac, Dolenec og spennandi slovenarnir á øðrum plássið. Vinna teir, fáa teir fremsta plássið í bólki 2 frammanfyri Norra.

Tapir Slovenia dystin ímóti Norra, fær Ungarn møguleikan. Ungarn spælir ímóti Portugal klokkan 15.00, og har krevst ein sigur, og so at vóna at Slovenia ikki fær stig ímóti Norra. Tá hevði Ungarn verið á øðrum plássi og í hálvfinaluni, orsakað av, at Ungarn vann sín dyst ímóti Slovenia og er betri innanhýsis.

Klokkan 15.00 spæla eisini tær báðar ósigraðu tjóðirnar, Kroatia og Spania, um fremsta plássið í bólki 1. Har er støðan so greið sum gjørlig. Vinnarin fær fremsta plássið í bólkinum og taparin fær næstfremsta plássið. Spania fær fremsta plássið við javnleiki.

Sí stigatalvurnar niðast á hesi síðu undir stroymingini.

Og so er tað kappingin um seinasta plássið til OL-undankappingina. Hon er nógv torskildari, men in.fo hevur roynt at fingið greiðu á henni. Trýst niðanfyri fyri at síggja støðurnar við tí.

EM: Fleiri stríðast fyri torskildari OL-luttøku (yvirlit og frágreiðing)

Skilti tú ikki? - Tað ger einki

Har er altíð nógv at taka atlit við kappingarskipanini, sum valdar í EM-endaspølunum, men í øllum førum kann hondbóltsfjepparan gera seg til reiðar til fleiri spennandi – og møguliga sera avgerandi dystir í dag.

Allir dystirnir kunnu síggjast í Føroyum á stroymingini hjá EHF. Trýst á dystirnar niðanfyri, fyri beinleiðis leinki til dystirnar.

Klokkan 15.00 Kroatia - Spania

Klokkan 15.00 Portugal – Ungarn

Klokkan 17.15 Hvítarussland - Eysturríki

Klokkan 17.15 Norra – Slovenia

Klokkan 19.30 Kekkia – Týskland

Klokkan 19.30 Ísland - Svøríki

Stigatalvan í høvuðsumfarinum áðrenn seinastu dystirnar í dag. Tvey tey fremstu í hvøjum bólki koma í hálvfinaluna (Innanhýsis dystir eru avgerandi, so Ungarn yvirhálar Slovenia, um tey enda á sama stigatali, orsakað av at Ungarn vann sín dyst á Slovenia).

 

Bólkur 1DystirMálmunurStig
Spania4168
Kroatia4148
Týskland4124
Eysturríki4-172
Hvítarussland4-222
Kekkia4-130
Bólkur 2DystirMálmunurStig
Norra4198
Slovenia496
Ungarn4-64
Portugal4-42
Ísland4-92
Svøríki4-92