Eysturríki hevur gjørt tað framúr gott í EM-endaspælinum í hondbólti.
Í innleiðandi bólkaspælinum megnaðu undirtippaðu eysturríkararnir javnleik móti bæði Kroatia og Spania, og teir sendu Spania út úr EM-kappingini.
Í dag vóru eysturríkarar aftur undirtippaðir móti Ungarn í millumbólki 1 í Köln, men tað eydnaðist Eysturríki at vinna ein flotta 30-29 sigur á sterka ungarska liðnum.
Nikola Bilyk skoraði sigursmálið tá 17 sekund vóru eftir av dystinum.
Eysturríki er fremst í millumbólki 1 við trimum stigum. Ungarn og Frakland hava tey stig, og Kroatia hevur eitt stig. Týskland og Ísland hava einki stig.
Klokkan 17 spæla Frakland og Kroatia, og klokkan 19.30 í kvøld spæla Týskland og Ísland.
Ungarn - Eysturríki 29-30 (17-17)
Ungarn : Bence Banhidi 4, Miklos Rosta 4, Mate Lekai 4, Gabor Ancsin 4, Richard Bodo 3, Bendeguz Sipos 3, Dominik Mathe 3, Bence Imre 2, Zoran Ilic 1, Gergo Fazekas 1.
Eysturríki : Mykola Bilyk 8, Robert Weber 6, Lukas Hutecek 6, Tobias Wagner 4, Markus Mahr 2, Sebastian Frimmel 2, Lukas Herburger 1, Boris Zikvkovic 1.
20/1 klokkan 14.30: Frakland-Ísland
20/1 klokkan 17.00: Ungarn-Kroatia
20/1 klokkan 19.30: Týskland-Eysturríki
22/1 klokkan 14.30: Kroatia-Ísland
22/1 klokkan 17.00: Frakland-Eysturríki
22/1 klokkan 19.30: Týskland-Ungarn
24/1 klokkan 14.30: Eysturríki-Ísland
24/1 klokkan 17.00: Frakland-Ungarn
24/1 klokkan 19.30: Týskland-Kroatia