Tað er akkurát so torført móti Danmark sum væntað, og Danmark er eisini á odda 15-8 í steðginum í dystinum í bólki D í Sankt Jacobshøllini í Basel í Sveis.
Føroysku hondbóltskvinnurnar hava stríðst av øllum alvi móti donsku yvirmaktini, men tær hava brent 18 av 26 málmøguleikum.
Jana Mittún sum hevur verið sera eyðsýnd í EM-kappingini hevur higartil brent sjey av sjey málmøguleikum í hesum dystinum.
Tað byrjaði annars væl. Føroyar vóru á odda 3-1, men Danmark fótaði sær skjótt. Anna Kristensen í danska málinum hevur eisini staðið framúr væl.
Danmark fekk eitt skiftið tveir leikarar útvístar, men Føroyar megnaðu ikki at gagnnýta yvirtalið, og tað endaði við, at Danmark skoraði tvey mál í tí støðuni, meðan okkara einki mál fingu hesa løtuna.
Tað var eisini eitt afturstig fyri føroyska verjuspælið, at Brynja Høj fekk reytt kort fyri at steðga einum donskum álopi. Sjálvt danska TV2 helt, at talan var ikki um meir enn tveir minuttirs útvísing, men ungarsku dómararnir vildu tað øðrvísi.
Málskjúttar: Turið Arge Samuelsen 2/2, Pernille Brandenborg 2/2, Lív S. Poulsen 2/5, Brynhild Pálsdóttir 1/1, Maria P. Nólsoy 1/3.
Bjargingar: Rakul S. Wardum 3/11 (27,27 %), Annika Fríðheim Petersen 1/7 (14,29 %).