Aftaná 29-32 (13-13) tapið fyri Slovenia í tí fyrsta søguliga EM-dystinum fekk stóra norska blaðið, VG orðið á Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Við VG sigur Elias, at hann er sera fegin um stuðulin mongu føroyingarnir veittu teimum, og tað harmar hann, at hann og liðfelagarnir ikki kundu løna føroysku áskoðarunum við einum sigri. Elias heldur Føroyar spældu minst líka væl sum Slovenia, men teir brendu ov nógvar málmøguleikar.
Um Noreg sum Føroyar møta í Mercedes Benz Arena í annaðkvøld klokkan 19.30 sigur Elias, at hann heldur, at tað er møguligt hjá Føroyum at vinna á Noreg. Elias heldur, at Føroyar kunnu vinna á øllum. Elias staðfestir, at Noreg hevur eitt gott lið, men føroysku leikararnir trúgva á egnan mátt, og fara at geva Noregi ein skarpan gang. Ein betri verja verður ein lykil til at fremja hetta, sigur Elias.
Málið hjá Føroyum er fyrst og fremst at vinna tann fyrsta sigurin í tí fyrsta endaspælinum, sigur Elias í samrøðu við VG.