Seinastu tíðina hevur EM Asfalt, sum Edvard Mikkelsen í Søldarfirði eigur og rekur, havt væl at gera á Eiði. Men, hetta er ikki fyrstu ferð, at fyritøkan asfaltterar á Eiði, og hetta verður neyvan seinastu ferð heldur.
Á økinum oman til og kring nýggja ítróttarhúsið í Hólmanum hevur EM Asfalt seinastu tíðina lagt einar 3300 fermetrar av asfalti, og hetta økið er nú bæði vakurt og prýðiligt.
Seinastu dagarnar hava menn og maskinur hjá EM Asfalt eisini verið niðri á bryggjuni, har bøtt er um økið á leiðini, har KJ arbeiðir við aliringum.
Men, her er talan í fyrstu syfti bara um smærri ábøtur.
Edvard Mikkelsen sigur, at tá asfaltfyritøkan soleiðis er úti í einum øki og arbeiðir, verða ofta onkur arbeiði eisini gjørd fyri privatfólk.
- Soleiðis hava vit eisini gjørt eini tvey tún í Svínáum og onkur tún á Eiði hesa seinastu tíðina, sigur hann.
Eigarin av EM Asfalt sigur, at tey privatu arbeiðini, sum fyritøkan ger kring landið, eisini hava stóran týdning fyri virksemið hjá teimum.
- Jú, tað eru fleiri privat, sum brúka okkum. Vit ynskja eisini at gera pláss til tey smærri arbeiðini, og vit hava smærri maskinur til tað sama, sigur Edvard Mikkelsen.