EM 2024: Dreymabólkurin hjá Viljormi

Danmark, Ongland, Ísland, Føroyar, Kýpros og San Marino. Soleiðis sær dreymabólkurin hjá Viljormi Davidsen út til næstu EM-undankapping. Lutakastið verður sunnudagin

Viljormur Davidsen er skrásettur fyri 62 dystir og 3 mál fyri Føroyar - Mynd: Bjarni Enghamar

Sunnudagin 9. oktober klokkan 11:00 verður lutakast um, hvussu spælast skal í næstu EM-undankapping fyri A-landslið við monnum. Lutakastið verður í Frankfurt í Týsklandi, sum eisini verður vertur fyri endaspælinum, sum verður í 2024. Og stendur tað til varaliðskiparan á føroyska manslandsliðnum, Viljorm Davidsen, so sá hann fegin, at Føroyar komu í bólk saman Danmark, Onglandi, Íslandi, Kýpros og San Marino.

 

– Hetta høvdu verið fimm spennandi avbjóðingar, har vit, umframt at vinna nøkur stig, eisini kundu fingið nøkur stór upplivilsir, sigur Viljormur Davidsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tilsamans 55 lond eru limir í UEFA. Men til komandi EM-undankapping verða tað 53 lond, ið luttaka. Sum vertir hevur Týskland tryggjað sær pláss í endaspælinum, og verður tí ikki við í undankappingini, meðan Russland fyribils er koyrt úr kappingini.

 

Lutakastið verður skipað soleiðis, at øll londini eru býtt í seks styrkisbólkar, ið eru skipaðir eftir endaligu støðuni í UEFA Nations League kappingini. Finnast skulu 7 bólkar við 5 londum, og tríggir bólkar við 6 londum.

 

Harafturat eru nøkur fyrivarni, ið hædd skal takast fyri í samband við lutakastið. Millum annað verða nøkur lond nevnd “vetrarlond” (Hvítarussland, Estland, Føroyar, Finnland, Ísland, Lettland, Litava og Noreg), og tá eru reglurnar tær, at í mesta lagi tvey “vetrarlond” kunnu koma í sama bólk.

 

Onnur atlit, ið hædd eisini skal takast fyri, er politiskur og annar ofriður, ið ymisk lond sínamillum stríðast við, og eisini hvussu langt og leingi tað er at ferðast millum ymisk lond í Evropa.

 

Undan lutakastinum er eisini greitt, at Holland, Kroatia, Spania og Italia fara í bólkarnar A, B, C ella D við fimm londum, og fimm lond vera eisini í bólkunum E, F og G, meðan 6 lond vera í bólkunum H, I og J.

 

Styrkisbólkur 1

 

Holland, Kroatia, Spania, Italia, Danmark, Portugal, Belgia, Ungarn, Sveis og Pólland

 

Styrkisbólkur 2

 

Frakland, Eysturríki, Kekkia, Ongland, Wales, Ísrael, Bosnia-Hersigovina, Serbia, Skotland og Finnland

 

Styrkisbólkur 3

 

Ukraina, Ísland, Noreg, Slovenia, Írland, Albania, Montenegro, Rumenia, Svøríki og Armenia

 

Styrkisbólkur 4

 

Georgia, Grikkaland, Turkaland, Kasakstan, Luksemborg, Aserbadjan, Kosovo, Bulgaria, Føroyar og Norðurmakedónia

 

Styrkisbólkur 5

 

Slovakia, Norðurírland, Kýpros, Hvítarussland, Litava, Gibraltar, Estland, Lettland, Moldova og Malta

 

Styrkisbólkur 6

 

Andorra, San Marino og Liktinstein

 

Dystaryvirlit / EURO 2024:

 

Dystur 1: 23. – 25. mars 2023

 

Dystur 2: 26. – 28. mars 2023

 

Dystur 3: 16. – 17. juni 2023

 

Dystur 4: 19. – 20. juni 2023

 

Dystur 5: 7. – 9. september 2023

 

Dystur 6: 10. – 12. september 2023

 

Dystur 7: 12. – 14. oktober 2023

 

Dystur 8: 15. – 17. oktober 2023

 

Dystur 9: 16. – 18. november 2023

 

Dystur 10: 19. – 21. november 2023

 

EM-endaspælið verður í Týsklandi frá 14. juni til 14. juli 2024.

 

Nøkur hagtøl

 

Síðan 1988 hevur føroyska A-landsliðið við monnum spælt 226 FIFA-skrásettar dystir, ímóti tilsamans 49 londum. Av teimum 49 eru tvey, sum ikki eru til longur (Jugoslavia og Kekkoslovakia), og eitt uttanfyri Evropa (Kanada).

 

Av teimum 55 UEFA limalondunum, hava Føroyar ikki spælt ímóti Albania, Armenia, Bulgaria, Hvítarusslandi, Kroatia, Montenegro, Norðurmakedónia og Onglandi. 211 lond eru limir í FIFA.

 

Viljormur Davidsen er skrásettur fyri 62 dystir og 3 mál fyri Føroyar - Mynd: Bjarni Enghamar