Fótbóltssambandið boðar í rundskrivi frá, at teir nú hava møguleika at bíleggja atgongumerki til EM-endaspælið, sum verður í Hollandi og Belgia seinni í hesum árinum.
Hetta í sambandi við at FIFA og UEFA hava 5% av atgongumerkjunum at ráða yvir, og verða hesi býtt út til fótbóltssambondini í limalondunum hjá samgongunum.
Freistin at bíleggja atgongumerki um FSF, er sett til 25. januar 2000. Umleið miðjan mars fær FSF at vita frá UEFA, hvussu nógv atgongumerki verða tillutað Føroyum, og fáa tey, sum hava bílagt atgongumerki um FSF fráboðan frá FSF um, hvussu nógv og hvørji atgongumerki eru tillutaðið.
Út frá omanfyristandandi verður heitt á tey, sum ynskja atgongumerki umvegis FSF, um skrivliga at boða frá hesum og í seinast lagi 25. januar 2000. Uplýsast skal navn, bústaður, føðidagur og telefonnummar.
Skjøl í samband við bílegging fást við at seta seg í samband við skrivstovuna hjá FSF.











