Rock-kongurin Elvis Presley var føddur 8. Januar í 1935 í Tupelo, Mississippi, USA.
Tónleikarin og sangarin byrjaði sína yrkisleið innan rocktónleikin í 1954, og so at siga er restin rocksøga – ella søga. Tí Elvis Presley gjørdist ein av heilt stóru stjørnunum í farnu øld, hann gjørdist millum manna rock-kongurin, og hóast hann andaðist 16. august 1977, so livir navnið, søgan, og ikki minst tónleikurin, framvegis.
Mong eru tey, sum einferð á lívsleið síni velja at leggja leiðina framvið Graceland, húsunum, ið Elvis bygdi sær, fyri harvið at minnast og heiðra mannin, sum meira enn nakar annar legði lunnar undir og myndaði rocktónleikin í fimmtiárunum, og sum kom afturí aftur í sekstiárunum og sjeytiárunum við síni góðu rødd.
Hevði Elvis Aaron Presley verið á lívi, hevði hann fylt 88 ár í dag, men hann gjørdist bert 42 ára gamal.












