Elvis 80 ár í dag

Í dag eru 80 ár liðin síðani navnframi Elvis Presley var borin í heim. Elvis, ella "The King of Rock and Roll" sum hann eisini verður nevndur, var borin í heim í amerikanska statinum Mississippi í 1935. Hann doyði av hjartatilburði í 1977, eftir nógv ár í rúsevnismisnýtslu, einans 42 ára gamal.

Í 1953 fór Elvis inn í plátufelgið Sun Studio, og gav fýra dollarar fyri innspæling av tveimum sangum. Ljóðið hjá Elvis var so serstakt at tveir sangir vórðu til eina plátu. Tað gekk ikki long tíð fyrr enn Elvis fór á konsertferð, og skjótt var vakri maðurin við serkenda dansinum eitt heimsnavn.

Elvis Prestley er ein tann mest navnkendi tónleikarin í heimssøguni, og gjørdi nógv um seg innan pop, blues, gospel, og annað. Eisini var hann sjónleikari, og var við í fleiri filmum í Hollywood. Tá Elvis doyði í 1977 legði hann ikki bert mangar tónleikaligar  gimsteinar eftir seg, men eisini hevði hann ávirka menningina tónleikaheiminum munandi.