Elvdi til trupulleikar við ferðsluni í Eysturoyartunlinum

Løgreglan roynir nú at fáa greiði hvat vendir upp og hvat vendir niður

Seinnapartin í gjár vóru ferðslutrupulleikar í Eysturoyartunlinum í einar tveir tímar. Løgreglan sigur, at orsøkin var, at ein bulvognur var farin ígjøgnum tunnilin, men hann var so høgur, at hann skræddi bummin undan loftinum, sum vísir hamarkið fyri, hvussu høg akfør kunnu vera. Talan var bæði um bummin á Hvítanesi og í Eysturoynni.

 

Úrslitið var, at bummarnir hingu og lavaðu undan loftinum. Tað tarnaði ikki vanligum persónbilum, men størri bilar sluppu ikki ígjøgnum tunnilin í einar tveir tímar.

 

Løgreglan kannar nú, hví hetta hendi. Tá ið koyrt verður við bulvogni, skal serligt loyvi fáast til tað frá løgregluni og har skal longd, hædd og breidd, gevast upp. Løgreglan kannar nú um tann, sum stóð fyri flutninginum, hevði fingið loyvi til flutningin, ella um hann hevði fingið loyvi, men hevði uppgivið skeiva hædd.

 

Løgreglan sigur, at úrslitið kann vera, at viðkomandi fær bót, men talan kann eisini verða um endurgjald frá Eysturoyartunlinum fyri arbeiðið at seta bummarnar upp aftur.