Elttør hitti tveir ráðharrar

Føroyski oljumálaráðharrin Eyðun Elttør, sum í hesum døgum er á oljumessu í Aberdeen saman við nógvum øðrum landsmonnum, nýtti í vikuni høvi til at hitta tveir bretskar ráðharrar.

 


Oljumessa og ráðharrar


Tað var ráðharrin fyri ídnað og handil, Symmons og ráðharrin fyri orkumál, Brian Wilson. Hesin seinni er valdur í bretska parlamentið fyri Hetland og tí varð fundurin við hann eisini nakað fyri seg. ?Harra Wilson helt fyri, at við virkseminum á Atlantsmótinum nærkast vit hvørjum øðrum og tí kundi eg bara staðfesta og fegnast um sigur Eyðun Elttør.


Á fundinum við teir báðar ráðharrarnar var høvi at tosa um mál av felags áhuga og varð niðurstøðan tann, at bretar síggja fegnir størri samvinnu við Føroyar. ?Nú var eg einasti landsstýrismaður í Aberdeen og tí royndi eg at umboða áhugamálini hjá Føroyum sum heild so væl tað ber til sigur Eyðun Elttør, sum heldur slíkar fundir hava týdning fyri framtíðar samvinnuna, hóast einki ítøkiligt kom burtur úr.


Í Aberdeen eru umboð fyri fleiri føroyskar fyritøkur. Tær eru við á básinum, sum Menningarstovan skipar fyri. Uppá fyrispurning um ikki turri brunnurin hjá Statoil hevur lagt ein ?dempara? á føroysku luttøkuna sigur Eyðun Elttør, at tað metir hann ikki. ?Sjálvandi hevði tað verið betri fyri slíka luttøku, um vit høvdu funnið oljuna longu, men hinvegin kenna øll fólk í oljuverðini til oljuleiting og hvat hon ber í sær. Fáa staðni í heiminum hevur man verið so heppin at raka við olju fyrstu ferð borað hevur verið sigur landsstýrismaðurin.