Nú nærkast til enska heimsstjørnan Elton John fer á pall í Føroyum. Og óivað spyrja fleiri, hvussu tað ber til at fáa slíkar heimsstjørnur, sum eru vanar við at framføra fyri 10tals túsund áskoðarum, at koma til Føroya at hava konsert.
Dennis Holm frá Five Star Entertainment greiðir frá, at Five Star í eina tíð hevur roynt at fingið í lag fund við persónliga umboðsmannin hjá Elton John. Og hetta eydnaðist so í september í fjør. Og at tá okkara umboðmaður fór á fund við persónliga umboðsmannin hjá Elton John, so gjørdist hann eitt sindur bilsin um, at teir vistu um Føroyar og um Five Star Entertainment.
Umboðsmaðurin hjá Elton John greiddi frá, at dótturin varð gift í New York fyrr í summar (2009) og í brúdleypinum var eisini guitarleikarin hjá Bryan Adams, Keith Scott.
?Og har hevði Keith Scott fortalt um, at teir við Bryan Adams høvdu verið eitt fantastisk stað í fjør (2008), tá teir spældu í Føroyum. Eitt fantastiskt land og fólkini vóru ótrúliga vinarliga og fyrikomandi, og ikki minst, so var alt rundan um konsertina í topp, hevði Keith Scott greitt frá.
-Og eg meti, at júst hetta, hevur verið heilt avgerandi fyri at Elton John nú kemur til Føroyar at spæla, sigur Dennis Holm.
?Tí fundurin við umboðsmannin hjá Elton John gekk væl og innan stutta tíð vóru tey stóru tingini uppá pláss, eftir var bara at fáa eitt dato, sum passaði inn í restina av Evropa-ferðini hjá Elton John, og tað bleiv so til týsdagin 29. juni, sigur Dennis Holm.