LØGTINGSVAL
101 ára gamla Anna Askham smæddist ikki burtur ímillum teir mongu veljararnar, ið vóru uppi á Hálsi fyrrapartin í gjár. Hon sigur, at hon hevur altíð verið á val, tá hon hevur fingið møguleikan til tess. Anna er frísk og røsk, og var hon á val saman við ommudøtrum sínum. Tó vildi hon ikki siga, hvør fekk krossin á hesum sinni.