Elsti tingmaður fyllir 75 ár í dag

Hann trein fyrstu ferð inn um tinggátt eftir løgtingsvalið í 1984, tá hann varð valdur tingmaður fyri Javnaðarflokkin í Suðuroyar valdømi.

Í dag fyllir Henrik Old, løgtingsmaður í Vági, 75 ár. Henrik er ættaður úr Vági, har hann er føddur 20. juni í 1947. Foreldur hansara vóru Henrikka Jacobsen Old og Dennis William Connor Old. Mamman doyði tíðliga, og tí vaks hann upp hjá fosturforeldrunum, mostrini Inger og Johannes Joensen í Vági.

Henrik er giftur Elsebeth Old, dóttir Jenny Hentze og Petur í Gong, Tórshavn.

Henrik er útbúgving fiskiskipari og hevur verið fiskimaður síðani 1964. Hann hevur verið fiskiskipari síðan 1977.

Henrik Old er valdur á ting í 1984, 1988, 1990, 1994, 1998 og 2002. Valskeiði 2004-08 møtti hann sum eykamaður fyri landsstýrisfólk, og til valið 2008 stillaði hann ikki uppaftur, tí hann hevði gjørt av at gevast í politikki.

Men til løgtingsvalið í 2011 stillaði hann kortini uppaftur. Tá vóru Føroyar vorðnar eitt valdømi, men gamli rebellurin í Vági megnaði kortini at verða valdur, sjálvt um hann skuldi kappast við øll hini á listanum norðanfjørðs. Og síðani hann gavst í politikki í 2008 er hann valdur á ting tríggjar ferðir, í 2011, 2015 og 2019. Harumframt hevur hann verið landsstýrismaður, tað var hann frá 2015 til 2018, tá hann segði seg frá sum landsstýrismann í protest ímóti, at Javnaðarflokkurin og samgongan valdu Dalstunnilin fram um Fámjinstunnilin at gera.

Av politiskum álitisstørvøum kunnu nevnast, at hann hevur verið í Tingmannaráð Útnorðurs í mong ár, eisini sum formaður, verið formaður í vinnunevndini og formaður í Løgtingsins fiskivinnunevnd. Hann var eisini formaður í nevndini fyri Lønjavningargrunn Skipsfiskimanna 1987-95.

 

Hóast Henrik Old er elsti tingmaður í dag, so vóru tveir valdir á valinum seinast, sum eru eldri enn Henrik Old. Teir eru Poul Michelsen og Heðin Mortensen, sum síðani eru farnir úr Løgtinginum. Heðin Mortensen hevur farloyvi, meðan hann røkir borgarstjórastarvið í Havn. Poul Michelsen hevur sagt tingsessin frá sær.