Elsti maður í Fámjin trýstir á knøttin í morgin

Hósdagin 18. juli verður seinasta skotið latið av í Fámjinstunlinum. Í hesum sambandi skipar Landsverk fyri almennari hátíðarløtu við tunnilsmunnan í Fámjin kl. 14.00.

 

Eftir røðurnar fer Svend Joensen, elsti maður í Fámjin at trýsta á knøttin fyri at skjóta seinasta skotið. 

Aftaná bjóðar Landsverk til kaffi og køku í tjaldinum uttanfyri bygdarhúsið í Fámjin kl. 15.00 til 17.00. 

 

Tvøroyrar Hornorkestur spælir til hátíðarløtuna, skrivar landsverk.fo millum annað.