Mikudagin 15. november, sum er mikudagin komandi, verður hátíðarhildið, at elsta tilhald í Føroyum - Tilhaldið Millum Bóla í Kollafirði - hevur 35 ár á baki.
Tiltakið verður seinnapartin mikudagin frá klokkan 14 til 17, og her verður høvi hjá fólki at fáa ein drekkamunn og okkurt gott til góman.
Tilhaldið í Kollafirði, sum er opið mánadag og mikudag frá klokkan 14 til 17, verður væl vitjað, bæði av kvinnum og monnum, og kvinnurnar eru í meiriluta.
Tað var Poula Christiansen, sum byrjaði tilhaldið longu í 1988, og seinnu árini hevur Torgerð Dam verið primusmotorur.
- Nú hátíðarhald verður seinnapartin mikudagin, eru øll hjartaliga vælkomin á gátt til drekkamunn og køku, verður sagt úr Kollafirði.










