Gullheiðursmerkini regna niður yvir føroyingarnar á leikunum á Rhodos í hesum døgum, og enn einaferð koma nógv heiðursmerki í svimjihøllini.
Elspa Mørkøre tók fyri løtu síðani lut í finaluni í 200 metra ryggsvimjing, og her var hon millum favorittarnar.
Hon megnaði eisini at koma á mál á fyrsta plássi í tíðini 2.18.59, og var hon sostatt knøpp tvey sekund framman fyri næstu gentuna av Isle of Man.