?Tað finnast fólk, ið eru so ólukkulig, at tey ikki
hava ein kropp; partvíst kann hár teirra detta tumma fyri tumma,
saman við døpru ondini?
César Vellejo
Vinnarin av Prix du Jury í Cannes 2000 »Sånger från andra våningen« er filmlistarliga ein áhugaverdur filmur. Roy Andersson sigur sjálvur um filmin, at fyri at skilja hetta filmprojekt og hugskotið aftan fyri uppbyggingina, er neyðugt at hugsa øðrvísi og royna at frígera seg frá nærum allari vannligari hugsan um, hvat ein filmur er ella eigur at vera.
Hetta er filmur, ið vil bróta niður garðar, ella víðka um teir, ið eru í løtuni innan filmlist.
Hetta er ikki ein vanligur filmur, her eru 46 brot. Kameraið er púra stilt í øllum brotunum. Tað verður bert klipt ímillum ymisku brotini. Hetta merkir, at filmurin ikki hevur nakrar nærmyndir. Roy Andersson roynir at vísa kenslurnar hjá fólki langt frá í teirra samanhangi og í teirra rúmi. Roy Andersson hevur skapt filmin »Sånger från andra våningen« (Sangir av øðru hædd) sum eina fotoframsýning. Fotomynd aftaná fotomynd verða settar saman til eina heild.
Tónleikurin í filminum er av Benny Andersson, ið vit kenna frá Chess og bólkinum ABBA. Ein reyður tráður er vakra yrkingin »Snávandi millum tvær stjórnur«av yrkjarinum César Vallejo (1898-1938) frá Peru. Hesin yrkjarin minnir um chilenska yrkjaran og nobelprísvinnaran, Pablo Neruda. Hann hevur henda suðuramerikanska longsulin, patos og vakrar metaforar.
Í filminum er henda yrkingin yrkt av Tomas, soninum hjá Kalla, ið er vorðin sálarliga sjúkur og innlagdur. Faðirin, Kalle, meinar, at sonurin er vorðin svakur av at skriva yrkingar. Men í veruleikanum er hann ein av hesum menniskjum, ið ikki megna at liva, tí tey eru ov viðbrekin til at liva. Bróðurin, Stefan, dugir heldur ikki annað enn at drekka lívið burtur. Hetta er til stóra sorg fyri Kalla, og hann sigur ferð eftir ferð grátandi, at sonurin er vorðin svakur í høvdinum av skriva yrkingar.
Kalle er ávegis til eina barr, har hann skal møtast við yngra soninum, Stefan. Kalle kemur ov seint. Stefan situr og svevur yvir eina bjór. Barrin er tóm og minnir nógv um tómu barrirnar í melankolsku málningunum hjá amerikanska listamálarinum Edward Hopper.
Uttanfyri er ólag á ferðsluni. Øll royna at koyra bil, men eingin kemur úr stað. Kalle hevur ein pappírsposa við, ið er fyltur við øsku. Hann sigur:
? Tað ikki er lætt at vera menniskja.
Síðani sigur hann frá, hvussu handilin hjá honum er brendur í grund ? men ikki, at hann sjálvur hevur sett eld á.
Sonurin Stefan spyr, eftir langa tøgn, Kalla, hvat hann vil tosa um. Kalle svarar:
? Jú, um framtíðina, hvussu vit skulu klára okkum, hvussu vit skulu fáa mat á borðið og hava tað eitt sindur gott.
Hetta endurtekur Kalle gjøgnum allan filmin. Men spakuliga byrjar Kalle at fata, at lívið er heldur absurd, og hvussu ringt tað er at vera til sum menniskja.
Tá Kalle vitjar Tomas á sálfrøðisligu deildini, lesir beiggin, Stefan, brot úr yrkingini hjá César Vallejo »Elskað veri tey, ið seta seg ? hetta ger Kalla í øðini, og hann brølar óður:
? Hví skal man elska tey, ið seta seg? Hygg at beigga tínum. Hann situr har hann situr.
Kalli verður síðani togaður avstað av sjukrarhjálparum ? hetta hendir fleiri ferðir.
Alt stendur í stað. Stefan koyrir hýruvogn, men tað tekur tímar at koyra eini hundrað metrar. Hetta minnir meg nogv um absurda leikin hjá írska rithøvundanum Samuel Beckett, ?Waiting for Godot?, øll bíða og tosa, men eingin kemur.
Ólagið í samfelaginum heldur á, og vísmenninir halda fund í átta tímar. Formaðurin fyri Samfelagsfrøðisligu Deildina finnur ikki papp síni við stuttskygdu framskrivingunum. Ein professari endar fundin við at siga, at:
? Nu kunnu vit bert vóna.
Tá hann hevur sagt hetta, fer bygningurin hinumegin at flyta seg, og øll gerast bangin. Hetta minnir um tað absurda, ið hendir í brotinum úr filmunum hjá Terry Gilliam, har hann í »The Meaning of Life« letur eitt skrivstovuhús sigla runt í heiminum sum eitt sjórænaraskip, ið loypir á stóru og peningasterku feløgini í heiminum.
Í byrjandi brotinum eru tað tveir stjórar. Pelle er forætningsmaðurin í fínum klædningi, ið kemur inn í eitt solarium at tosa við Lennart, ið er stjórin hjá honum.
Hesin liggur undir sólini. Hesir menn halda síðani tann mest absurda fundin í filmsøguni, meðan bert føturnar hómast á stjóranum. Lennart sigur, at ikki er nokk at siga 700 fólk úr starvi, neyðugt er at siga 1000 fólki úr starvi. Pelle heldur ikki, at tað er stuttligt at skula siga fólk úr starvi. Lennarrt sigur, at tað eru nýggjar tíðir:
? Alt hevur sína tíð, sigur hann.
? Pyramidurnar høvdu sína tíð, og damptokini høvdu sína tíð?
Seinni møta vit Lasse heima hjá sær sjálvum, har kona hansara roynir at eggja hann til at vera verandi heima, men Lasse sigur, at hann ikki vil, tí ?hann ikki hevur forsømt ein dag í 14 ár?. Sama dag verður Lasse uppsagdur, og hann hongur hjálparleysur í brókunum á Pelle, sum er bæði klossutur og feitur. Lassi rópar, at hann hevur verið í hesum starvi í 30 ár. Starvsfelagirnir gloppa allir hurðarnar á skrivstovunum og hyggja eftir hesi syndarligu sjón, og tá Lasse fer, lata øll hurðarnar aftur í senn.
Skuld og fyrigeving
»Elskað veri oyrini hjá meiniga manninum,
elskað veri tey, ið seta seg,
elskaður veri hin ókendi og kona hansara
okkara næsti við ørmum, kræða og eygum!«
Filmurin er settur saman av trimum samanhangandi fláum. Hin fyrsta er ein staðfestan av, hvussu støðan er, onnur fláin er moralska ólagið, og hin seinasta er um skuld. Fyrst fáa vit at vita, at okkurt er galið. Lasse verður rendur og missir trúnna upp á sítt egna lívsgrundarlag, sum í 30 ár hevur verið um at møta rættstundis og um at vera álítandi.
Gandakallurin gerst púra fyri ongum, tá illusiónir hansara ikki virka longur. Okkurt er galið, ein nýggj tíð er komin. Øll missa svøvnin og sita still á seingjarstokkinum um náttina og skilja einki.
Onnur fláin er søgan um Kalle, ið stendur skitin og móður í einum toki. Hann er ein partur av tí nýggju tíðini, hann hevur, sum hini, svikað og logið. Men hann hevur mist tamarhaldið. Honum vantar ein veruligan moral og samvitsku, men tað ringasta er, at hann ikki veit tað sjálvur. Hann heldur seg berjast manniliga fyri at fáa dagliga breyðið á borðið hvønn dag, men í veruleikanum er hann ein svíkjari og ein maður, ið ikki longur veit, nær hann svikar og syndar. Hann hevur svikið konu sína, tí hann hevur eina elskarinnu, og hann hevur svikið síni egnu børn.
Kalle er eitt sera lítið menniskja. Hann vil tað rætta í tonkunum, men hann handlar ótrúliga skeivt. Hann hevur fortrongt, kanska í nógv ár, at hann hevur snýtt fólk og hann lygur uttan at ivast fyri Tryggingarfelaginum.
Seinasta fláin er um skuld og ótta. Kalle er náddur til endan á vegnum, uttan nakað nýtt vinnulívshugskot, uttan børn síni, hann er einsamallur og í døpurhuga. Her kemur fortíðin inn á hann aftur og deyði starvsfelagin. Hann stendur á einum ruskplássi fylt við stórum og smáum krossum, meðan tey deyðu vilja í samband við hann.
Filmurin vil siga okkum frá eini mynd av nútíðini, men tykist tó ikki serliga tíðar- ella staðarbundin. Roy Anderson sigur sjálvur, at filmurin vil viðgera eina arketypiska kenslu av tíðini aftan á annan heimsbardaga í Europa og Vesturheiminum. Sjálvur sigur hann, at filmurin líka so væl kann síggjast sum um, at hann viðgerð eina tíð frá 30?inum og eini 10-20 ár fram í tíðina.
At missa trúnna
-Lívið sum ein marknaður
»Elskaður veri tann, ið hevur lús
tann, ið gongur í holutum skóm regndagar
tann, ið vakir við tveimum tannstikkum yvir líki av einum breyði,
tann, ið fær fingurin millum hurðina,
tann, ið ongan føðingardag hevur,
tann, ið hevur mist skugga sín í einum eldsbruna,«
Kalle vendir sær til trúnna og vitjar eina kirkju fyri at royna at loysa upp fyri síni stóru sorg, men presturin skilir hann ikki og tosar bert um, at hann ikki fær selt sítt hús. Hin feiti Kalle stendur mitt á kirkjugólvinum ? kolasvartur í sóti frá niðurbrenda handili sínum og grátandi sigur hann:
? tað er ikki lætt at vera menniskja?
Eitt slíkt brot er í sjálvum sær eitt listarverk.
Filmurin snýr seg um eina tíð, har fólk hava mist trúnna uppá nærum alt. Fólk hava mist trúnna uppá seg sjálvi, síni evni og møguleikan at forma síni egnu livikor. Stakkals feiti smáborgarin Kalle missir trúnna uppá alt og endar við at keypa sær ein stóran kross við tí krossefesta Jesus, tí ein handilsmaður til eina sølustevnu sigur honum, at slíkir krossar fara at selja væl í framtíðini. Sjálvandi er tað eisini føðingardagurin hjá Jesusi, tað er hann, ið gerst 2000 ár. Trúgvin er enn ein handilsvøra. Jesus ein persónur, ein kann tjena pening uppá.
Kalle og handilsmaðurin vilja tjena pening uppá Guð. Somuleiðis vitja tey deyðu Kalle og kæra honum sína neyð, men hann ynskir tey bert burtur. Serligaer tað Sven, ið er ein deyður starvsfelagi, ið Kalle hevur snýtt fyri 287.000 krónur, ið hann ysnkir langt vekk. Kalle hevur ta lívsfilsofi, at marknaðurin er alt:
? Lívið er ein marknaður, so einkult er tað. Tað er um at keypa okkurt, gjørligt er at selja við einum ekstra nulli.
Hetta endurtekur Kalle gjøgnum allan filmin. Hetta gongur út yvir alt, bæði trúgv og mentanina. Á sinnissjúkrahúsinum sigur Kalli við sjúka sonin, at einki nyttar at skriva yrkingar, hetta at lívið er ein marknaður, hava øll í heiminum skilt uttan hann.
Seinni møta við seljarinum á einum ruskplássi, har hann blakar smáar og stórar krossar burtur, tí sjálvt hann hevur mist trúnna uppá, at slíkir krossar kunnu seljast longur. Og tá hann koyrir burtur í bilinum, koyrur hann á ein kross ? eftir stendur Kalle. Tað er torført ikki at síggja hetta brotið, sum umboð fyri reina ateismu.
Tey deyðu koma fram aftur. Menniskju sum Kalle vilja ikki loyva sær at vera opin fyri teim deyðu, og hetta er tað syrgiliga, tí postivi boðskapurin er, at tey deyðu kanska eru meiri livandi enn tey, ið liva. So absurd tað ljóðar, er boðskapurin møguliga, at tey deyðu kunnu vísa vegin, men hetta krevur, at menniskjað aftur torir at trúgva uppá lív aftan á deyðan. Tá menniskjað torir hetta, fer tað aftur at tora at trúgva uppá seg sjálva. Men hetta er bert ein møguleiki, ein møgueliki, ið fólk sum Kalle ikki tora at rúma.
Gjøgnum allan filmin eskalerar alt, kreppan er allarstaðir, og bilarnir standa í stað. Tað tekur tímar at koyra eini 100 metrar. Alt økist í ferð, og tað kenst, sum um menniskjuni eru umborð á eini søkkjandi skútu. Alt og øll eru á ferð í eini rørslu og eini leitan eftir eini meining, ella einum máta at liva og yvirliva uppá. Ein ferð fylt við iva, meðan tíðin gongur og gerst alt knappari. Vit møta nógvum fólki í ymiskum umhvørvi, sum ikki altíð hava nakað við hvørt annað at gera.
Á eini jarnbreytarstøð hevur ein maður fingið hondina kleimda í millum hurðina á tokinum. Øll rundan um hann hyggja bert og eingin tykist at vilja gera nakað við hetta. Kalle kemur framvið við einum stórum krossi, men aftan á hann kemur Sven. Sven er deyður, hann tók lívið av sær, og nú fylgir hann eftir Kalla.
Roy Andersson vil, sum allir góðir listamenn, royna at skilja, hvat menniskjað er ? ella kann vera. Tað er menniskjað, sum fænomen og skabningur, undir ymiskum samfelagsviðurskiftum, ið er høvuðspersónur í filminum.
Filmurin vil royna at seta nakrar myndir fram av okkara virðum. Hetta ger sjálvandi filmin rættuliga torføran, men hetta verður javnvigað av, at filmurin er so sjúkliga stuttligur. Tað groteska og tragiska minnir nógv um tað tragikomiska, og tað tragikomiska er mangan eitt støði undir góðari list. (greinin heldur fram í næsta Vikuskifti)