Elsa og William Gibson Sloan - 140 ár

Tað eru júst í dag, mánadagin 11. oktober, 140 ár síðani Havnagentan Elsba í Geil og skotski trúboðarin William Gibson Sloan gingu í hjúnaband saman.

 

William Gibson Sloan kom til Føroyar á fyrsta sinni í 1865 at kunngera evangeliið. Tað gingu 15 ár, tá hann sá tey fyrstu játta trúgv og fylgja Harranum í dópinum. Elsba í Geil var ein teirra. Hon varð doypt 02. desember 1880. Tey giftust í Skotlandi 11. oktober 1881.

 

Tey fyrstu árini búðu tey í íbúðini á loftinum í Sloans Sali, men har varð ov lítið pláss. Í 1891 yvirtóku tey eini sethús ikki langt frá salinum, har tey fluttu inn. Húsini eru í dag kend sum Sloans Hús og standa enn sum eitt hugnaligt minnisprýði frá teirri gomlu tíðini við Tinghúsvegin; næsti granni við Heinesens Hús. Tað er samkoman í Ebenezer, sum umsitir húsini og nýtir tey m.a. til ymisk mentanartiltøk innan samkomuna. Tórshavnar kommuna eigur húsini.

 

##med2##

 

Elsba royndist Sloan ein hollur stuðul í evangeliska arbeiðinum. Tey fingu 6 børn. Ein teirra var hin navnframi Andrew Sloan, sum gekk í fótasporum faðir síns, tá hann valdi eina lívsleið sum prædikari orðsins. Hann var, eins og faðir sín, til stóra signing fyri samkomulívi í Føroyum. Hann virkaði øll árini í og út frá samkomuni í Ebenezer í Havn.

 

William Gibson Sloan, vanliga róptur Gamli Sloan, andaðist á sínum 76 føðingardegi 04. sept. 1914. Elsba varð sitandi sum einkja í 16 ár. Hon andaðist 72 ára gomlu 04. juni 1930 Tey liggja grivin í Gamla kirkjugarði í Havn, har gravsteinurin yvir tey stendur sum eitt prýðiligt minni. 

 

Enn einaferð má Gud signa minni eftir  Elsbu og William Gibson Sloan.

 

Poul Jóhan Djurhuus

 

 

 

 

 

Mest lisið

Húsini, tá tey fluttu inn í 1891. Gamli Sloan stendur í urtagarðinum. Húsini standa enn á sama stað við Tinghúsvegin og kallast í dag Sloans hús