Tað er ikki tí, at hon hevur ætlanir um at gevast í politikki, at hon nú fer úr býráðnum.
– Ja tað er rætt, at eg fari í farloyvi, og tað verður til í mai næsta ár, tí eg skal gera mær útbúgvingina lidna, sigur hon.
Elsa Berg gjørdist fyrst valdi býráðslimur fyri Tjóðveldi á valinum í 2020. Hon fekk 520 persónligar atkvøður og kom tí inn sum nummar eitt á listanum hjá Tjóðveldi. Hini umboðini vóru Jákup Dam, sum fekk 376 atkøvður og Gunvør Balle, sum fekk 249 atkøvður. Á fjórða plássi var Turið Horn, sum fall á seinasta vali við bara fýra atkvøðum færri enn Gunvør Balle. Tí verður tað Turið Horn, sum fær sætið hjá Elsu Berg tað næsta slaka árið. Turið Horn varð vald í býráðið fyri Tjóðveldi á valinum í 2016.
– Nei, eg ætli mær ikki at gevast í politikki, sigur Elsa Berg, tá vit spyrja hana, um hetta var tíðin hjá henni í býráðspolitikki. Hon sigur, at hon tekur uppaftur býráðssessin næsta summar, tá hon er liðug við útbúgvingina. Og tá er eitt hálvt ár eftir til valið.
##med2##
Tjóðveldi gjørdist næststørsti flokkur í Tórshavnar býráð á seinasta býráðsvalið 2.696 atkvøðum, sum svarar til 20,5 prosent, sum gav flokkinum 3 býráðslimir. Undan valinum hevði flokkurin 4 býráðslimir. Síðani valið er tað hent, at Annika Olsen er farin úr Fólkaflokkinum og upp í Tjóðveldi, sum tí aftur hevur fýra býráðslimir. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn hava ein býráðslim, meðan Javnaðarflokkurin hevur 6 býráðslimir.
Hini á listanum hjá Tjóðveldi á seinasta býráðsvali vóru:
5. Jón Kragesteen 212 atkvøður
6. Gunnar Djurhuus 210 atkvøður
7. Anja Hartmann Wardum 126 atkvøður
8. Ronnie Thomassen 120 atkvøður
9. Jóannes Guttesen 109 atkvøður
10. John Kruse Dalsgarð 97 atkvøður
11. Brandur í Dali 92 atkvøður
12. Jóhan Carl Dam 87 atkvøður
13. Bergdís Ester Gisladóttir 85 atkvøður
14. Katrin Einarsson Jacobæus 63 atkvøður
15. Snorri Patursson 51 atkvøður