Elsa Bech - Við fyri triðju ferð á rað

Føryski sniðgevin Elsa Bech, er á Summar festivalinum við egnum merki fyri triðju ferð á rað.

Eins og tónleikur er ein fastur partur av Summar festivalinum, so eru teir mongu sølubásarnir og matarstøðini sanniliga eisini ein stórur partur av festivalinum. Ein av teimum, ið hevur sølubás á Summar festivalinum er føroyski sniðgevin Elsa Bech, hon greiðir soleiðis frá um hví hon hevur valt at verið við nú fyri triðju ferð á rað.

 

 

 

- Tað byrjaði sum eitt marknaðarførings átak, fyri at fáa mítt merki, elsabech, meira fram í Føroyum. Tað samlast jú nógv fólk á festivalinum og koma eisini nógv inn í básarnar at forvitnast, seta spurningar og summi keypa eisini. Hettar er ein góður máti at gera seg bemerktan upp á og somuleiðis koma beinleiðis í kontakt við kundarnar, eg standi jú her fyri tað mesta sjálv í básinum. 

 

 

 

Elsabech hevur í ár bás saman við FÍL, ið eisini selur og sniðgevur klæðir til føroyska marknaðin. Báðar búgva tær í Havn og kennast væl. Elsa sigur at hettar við at hava bás saman riggar sera væl, soleiðis at man kann loysa hvønn annan av inn í millum, um onnur eitt nú hevur brúk fyri eini lítlari fríløtu. 

 

 

 

- Í ár havi eg fyrireika meg betur til festivalin, eg havi enntá gjørt mær eitt lítið passirúm inni í básinum, eftir at fólk hava eftirlýst hettar seinastu tvey árini. Umframt at hava mína egnu kollektión av klæðum, húgvum, pannubondum og smykkum, selji eg í ár eisini regnskjól. 

 

 

 

Elsa hevur í fleiri ár búð í Svøríki, men nú er hon saman við familjuni flutt heim aftur til Føroyar at búgva og hevur opna egnan handil í Smæruni í Havn, samstundis sum hon eisini selur sínar vørur í Østrøm.