Elsa Bech er 28 ára gomul, útbúgvin sniðgevi, og býr í Malmö. Hon tekur í løtuni ein yvurbygning á “bec-design” sum designteknolog.
Elsa hevur altíð dáma væl at mála og arbeida við collagu og samansetingum av ymiskum evnum. Hon er inspirerað av einum stíli, ið kallast ”shabby chic”. Tað er ein stílur, har alt skal síggja gamalt og rátt út. Henni dámar at blanda alt millum himmal og jørð saman, líka fra betongi til gamlar myndir, krossar og bíbilsk útklipp, síðan koyriri hon akrylmáling útyvir.
Í oktober mánað skal Elsa, saman við fýra øðrum føroyingum, vera við á eini málningaframsýning, sum føroyingafelagið í Aalborg skipar fyri, til frama fyri at felagið verður 30 ár.