Stendur tað til SEV, hækkar elprísurin 8 oyru á nýggjárinum. Tað samtykti eykaaðalfundurin hjá SEV fyrrapartin eftir uppskoti frá nevndini.
Príshækkingin er treytað av góðkenning frá Elveitingareftirlitinum, og tað er sum skilst meira enn ivasamt í løtuni. SEV ætlaði eisini at hækka prísin í ár við 4 oyrum fyri kilowatt-tíman, men myndugleikarnir góvu ikki loyvi til tess. Tí hava prísirnir verið óbroyttir í 2009, skrivar SEV á heimasíðuni.
Hóast Elveitingareftirlitið í einum fyribilssvari í gjár boðaði SEV frá, at tað heldur ikki hesa ferð fer at góðtaka ætlaðu príshækkingina, samtykti eykaðalfundurin kortini einmælt uppskotið til rakstrar-, fíggjar- og íløgunaætlan fyri 2010.
Hetta varð tó gjørt við tí fyrivarni, at verður hetta endaliga svarið frá góðkenningarmyndugleikanum, verður nýggjur eykaaðalfundur hildin at viðgera nýtt uppskot til fíggjarætlan.