Elna og John vunnu brúdleypið

Brúdleypskappingin hjá Sosialinum og SMS gjørdist tann størsta kappingin nakrantíð í søguni hjá blaðnum. Tilsamans komu heilir 10.794 atkvøðuseðlar inn.

Kring allar Føroyar hava fólk klipt, krossa og sent lepar inn seinastu mánaðirnar. Pørini hava víst seg fram í greinum í Sosialinum og í práti við Rás2.

Fimm pør vóru við og kappaðust um at gerast tann hepni vinnarin. Elna Høgenni og John A. Poulsen vóru tað par, ið fingu flest atkvøðuseðlar - 3.411 seðlar.

Hini pørini vóru øll væl yvir 1.000 atkvøðuseðlar, og onkur eisini yvir 2.000.

- Hetta kennist sum ein dreymur, vit hava slettis ikki skilt, at vit hava vunnið enn, siga tey bæði Elna og John.

Tey hava verið nógv úti um seg og roynt at savna seðlar inn, og John, sum starvast sum portørur á Landssjúkrahúsinum, hevur mint fólk á at stemma uppá tey.


Høvdu tit væntað, at tit fóru at vinna?

- Nei slettis ikki. Vit vóru heilt vís í, at onkur annar longu hevði vunnið, tá tit ringdu. Men vit gjørdust sjálvandi sera, sera glað at tað vóru vit.


Elna og John hava bíðað við at bíleggja og keypa summi ting, eftirsum tey vóru við í kappingini. Nù kann planleggingin rættuliga byrja, og nøkur av tingunum, tey hava vunniðm høvdu tey ikki haft ráð til annars.

- Brúðarbil og brúðarferðina høvdu vit ikki roknað við í brúdleypið, men tað fáa vit so nú.

Eftirsum lítla dótturin Guðrið bara er tríggjar mánaðir, ætla tey at bíða eitt ár við ferðini uttanlands.

Virðið á vinninginum er umleið 38.000 krónur. Umframt brúðarferð og brúðarbil er eisini brúðarkøka, hár, klæði, sminka, svitan á Hotel Føroyum og mangt, mangt meira við í vinninginum.

Tali av gestum er og verður verandi 200. Tað er nøgdin av fólki, ið fáa pláss í B36 húsinum, har veitslan skal haldast.

Vígslan verður í Kaldbaks kirkju 10 juli.



Fakta um vinnandi parið

Nøvn: Elna Høgenni og John A. Poulsen

Giftast: 10 juli

Aldur: 24 og 28

Børn: Tvey, Eyðun og Guðrið

Bústaður: Hoyvík. John er ættaður úr Vági og Elna úr Kaldbak.

Starv: John er portørur, og Elna er í barnsburðarfarloyvi

Tíð saman: 3,5 ár

Hittust: Tá tey høvdu náttarvakt á heiminum Vallalíð.

Droyma um: At fáa eina stóra familju, og nógv og tøtt børn