Elmar Ósá settur sum barnalækni

Í dag byrjaði Elmar Ósá í nýggjum starvi sum barnalækni á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Hann útbúgvin í Danmark, og hevur í høvuðsheitum starvast á Ríkissjúkrahúsinum og sjúrkahúsunum í Hvidovre og í Næstved.

Formliga verður hann útbúgvin fyrst í 2009, men hevur nú staðið alt tað, ið krevst til at hann kann kalla seg barnalækna, sum er sergrein innan læknaútbúgvingina.

Fyribils er hann settur í hálvt ára vikariat, men ætlandi verður hann settur í fast starv, og heldur áfram at arbeiða í Føroyum framyvir.

- Vit fara nú at leita eftir grundstykki og ætla at búseta okkum fast í Føroyum, sigur Elmar Ósá, sum frá í dag av er settur sum barnalækni á Landssjúkrahúsinum.

Elmar Ósá er 39 ára gamal, og er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hann er sonur Jógvan Ósá, løgreglumann, og er giftur Tórunn Højgaard Ósá. Saman eiga tey fýra børn. Elmar Ósá er eisini kendur innan ítrótt, har hann sum fyrsti føroyski ítróttarmaður vann heiðursmekri í svimjing á Oyggjaleikunum. Hann hevur eisini gjørt um seg í hondbólti, og varð partur av Neistaliðnum, sum vann føroyameistaraheitið í 2000.