Elmar Poulsen seksti ár

Í dag, 6. januar 2005 verður Elmar Poulsen í Klaksvík 60 ár. Elmar er sonur Marthu og Jóhannes Poulsen á Gørðum í Klaksvík og er næst yngstur av fimm systkjum.

Bert 13 ára gamal byrjaði hann at arbeiða hjá Eriki Olsen í Garðabúðini. Tá ið hann fór úr skúlanum, byrjaði hann sum ørindadrongur á skrivstovuni hjá P/F J.F Kjølbro og var har í nøkur ár.

Eitt skifti arbeiddi hann hjá P/F Stella og eina tíð á skrivstovuni á flakavirkinum á Kósini hjá P/F JFK. Í 1974 byrjaði hann at arbeiða í Norðoya Sparikassa, og har starvast hann enn tann dag í dag. So í oktober í fjør rundaði hann sín tríati ára starvsdag.

Hóast sína drúgvu starvstíð í Norðoya Sparikassa, hevur Elmar roynt annað enn at hava penn í hond. Millum annað var hann ein minniligan útróðrartúr. Menn søgdu, at veðrið fór at vera gott, men tað vísti seg at vera av tí allarringasta, har tað rullaði heilt illa. So hann rósti ikki ferðini.

Elmar hevur gingið á fjall í nógv ár og ger tað framvegis. Og í hoyna er hann altíð fúsur at hjálpa. Hann eigur hús við Kjalarvegin og brúkar nógva av sínari frítíð til at fríðka um uttanfyri.

At syngja dámar Elmari væl, og sungið varð nógv heima saman við systkjunum. Hann sang eitt skifti við í kórinum í Betesda. Annars plagar hann at vera á Zarepta og hjálpa til við barnalegunum. Hann hevur eisini verið í Íslandi fleiri ferðir og hjálpt til við barnalegunum á Austjørn.

Hjartaliga til lukku við 60 ára føðingardegnum og 30 ára starvsdegnum.