Hann verður stjóri, til nýggjur stjóri er settur Elmar Højgaard fyribils stjóri á MRCC
Tað verður Elmar Højgaard, leiðari á Vaktar- og Bjargingartænastuni og Fiskiveiðieftirlitinum, sum skal setast í heita sessin á MRCC støðini í Føroyum, eftir at Annie á Hædd legði frá sær.
Útvarpið segði á miðdegi, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur gjørt av at seta Elmar Højgaard sum fyribils stjóra á MRCC, til nýggjur stjóri verður settur.
Hann heldur kortini fram sum leiðari á Fiskiveiðieftirlitinum og Vaktar- og Bjargingartænastuni