Elly og Eivind 70 ár í hjúnabandi

Í fyrradagin, mikudagin 10. apríl, vóru 70 ár liðin, síðani Elly og Eivind Niclasen í Klaksvík gingu saman í hjúnarlag. Tey búgva framvegis í húsunum á Gerðareiði, sum stóðu klár, tá ið tey giftust, og sum tey fluttu í fyri 70 árum síðani. Elly er 90 og Eivind 94, og á eyðkenda og klokkukláru og eyðkendu seyrvágsdialektini helt Eivind góða og ikki sørt romantiska røðu fyri konuni, tá ið tey saman við teirra næstu hildu dagin á Sjómansheiminum í Klaksvík.

Tað er teimum fægstu, sum tað lagar seg soleiðis hjá, at tey hátíðarhalda 70 ár í hjúnarbandi. Merkisvert er tað, at hetta er triðja ferðin innan lutfalsliga stutta tíð, at sovorðin dagur verður hildin í grannalagnum á Heygum og Gerðareiði. Hini hjúnini eru Andrea og Jógvan Fróði Hansen og Astrid og Jógvan Gerðalíð, sáli.
Elly er ættað úr Norðurstovu í Gerðum. Hon er fødd 4. august í 1922 og er dóttur Karl, bónda, og Karolinu, sum var úr Trøllagili. Tey fingu átta børn, og eftir á lívi eru Elly og Hedvig, sum býr stutt frá barnaheiminum i Gerðum.

Eivind er ættaður úr Sørvági. Hann er føddur 16. juli 1918. Foreldrini vóru Elisabeth og Óli Niclasen. Tey fingu níggju børn, og Eivind er einsamallur eftir á lívi.

Elly og Eivind eiga trý børn: Karolina, Ólavur og Ragnar.

Karolina var gift Fischeri Hansen úr Mikladali. Tey bygdu í grannalagnum hjá teimum gomlu. Fyri tey øll var tað øgiligur smeitur, tá ið Fischer brádliga andaðist fyrr í ár. Ikki minst Elly og Eivind sakna versonin, sum var teimum so hollur stuðul í so mongum lutum. Karolina og Fischer eiga tvær døtur.

Ólavur bygdi eisini á Gerðareiði. Hann er giftur Margit, sum er ættað av Stongunum. Margit og Ólavur eiga seks børn.

Ragnar hevur í mong ár verið trúboðari uttanlands. Hann er giftur Lis, sum er ættað úr Canada. Lis og Ragnar vóru í nógv ár í Filipsoyggjunum. Seinastu árini hava tey arbeitt í Onglandi, men nú fyrireika tey seg at flyta aftur til Filipsoyggjarnar. Lis og Ragnar eiga tveir dreingir.

Eivind kom til Klaksvíkar í 1939 at læra til motorpassara. Hann helt til hjá beiggjanum Ova, sum hann fá ár seinni gjørdist granni hjá. Eivind tók eisiini skiparaprógv, og miðskeiðis í fimmti árunum tók hann longdina í Klaksvík.

Í 1947 keypti Eivind saman við beiggjanum Hans Dávidi og Guðleivi Thorsteinsson í Klaksvík útróðrarbátin Barðið. Seinni keypti Eivind partarnar hjá hinum báðum, og hann dreiv sjálvur bátin inntil seinnapartin av fimmti árunum.

Í 1957 lótu Eivind og brøðurnir Hjalmar og Hannus línubátin Vesturvón byggja. Eivind var skipari fyrstu árini. Í seksti árunum var hann í fleiri ár við danska sleipibátinum Sigyn, sum sigldi í Grønlandi.

Í 1969 lótu Eivind, Hjalmar og Hannus fyrsta hekkutrolaran Vesturvón byggja. Fleiri trolararar komu aftaná.

Eivind hevði ábyrgd í reiðarínum, inntil hann var farin væl upp um pensiónsaldur. Bæði umborð á útróðrarbátinum, línuskipinum og trolaranum var hann tiltikin røkin og nýtti sítt góða hegni og sínar góðu arbeiðsgávur.

Elly hevur, sum nógv tær flestu føroysku konurnar og mammurnar tá í tíðini, altíð verið heima og ansa manni, børnum og heiminum. Har hevur skinið av hvørjum spreki, og tey bæði hava verið tiltikin fyri góða urtagarðsrøkt.

Aldurin er høgur, og sporini eru sjálvandi tyngri nú, enn tey vóru. Tey bæði fegnast um lívið og allar Guds gávur, sum teimum eru lutaðar, og um framtíðina og vónina, sum tey hava funnið í heilagu skriftunum.

Hjartaliga til lukku á 70 ára brúdleypsdegnum og takk fyri gott grannalag ynskja vit øll
---
Jóannes