Ellivu stabbar skulu tryggja ólavsøkugestir móti terror

Ferðslan skal ikki sleppa framat har nógv fólk eru savnað

- Trygdin fyllir alsamt meira nú. Vit eru noydd at fyrireika okkum til slíkt og seta betongstabbar upp ymsa staðni í býnum.


Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, í samrøðu við Ólavsøkublaðið hjá Miðlahúsinum viðvíkjandi nýggju betongstabbunum, ið hava verið at sæð í samband við størri tiltøk í høvuðsstaðnum.



Bæði til Tórsfest og Voxbotn vóru slíkir stabbar settir upp, ið høvdu til endamáls at forða bilum at koyra inn í støð har nógv fólk vórðu savnað, og sambært einum yvirliti, ið Tórshavnar kommuna hevur kunngjørt á heimasíðuni, sæst at ellivu ferðsluforðingar verða settar upp til ólavsøkuna, ið skulu forða ferðsluni.


Tað er løgreglan, Tórshavnar kommuna og sløkkiliðið, ið hava ábyrgd fyri trygdini á ólavsøku. Kristian Martin Joensen, ið umboðar løgregluna í arbeiðinum, upplýsir fyri Miðlahúsinum, at tað er fyri almennu trygdina, at ferðsluforðingarnar eru settar upp, og at talan ikki einans er at tryggja býin móti yvirgangi.


- Hetta er gjørt, tí vit hugsa um almennu trygdina sum heild. Móti yvirgangi kann man aldrin fult væl tryggja seg, men á ólavsøku ganga nógv fólk í miðbýnum og ynskja vit ikki, at bilar kunnu koyra har nógv fólk eru savnað, greiðir Kristian Martin Joensen frá.


Løgreglumaðurin upplýsir eisini, at hann ikki væntar, at nýggja átakið loypir ótta á fólk, tí tað er ikki nógv øðrvísi tí, ið hevur verið gjørt undanfarnu ár.


- Áðrenn vórðu skeltir sett upp, meðan vit í ár hava valt at seta upp stabbar. So munurin í ár er, at bilar ikki bara kunna koyra framvið, tí har er ein fysisk sperring, sigur Kristian Martin Joensen.