Ellivu KT-frøðingar á setrinum

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 4. februar fáa 11 nýggir KT-frøðingar prógv á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.


KT-frøðingarnir hava tikið eina bacelorútbúgving í kunningartøkni, sum Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum bjóðaði út í 2002. Útbúgvingin er skipað sum hálvtíðarlestur í 2 1/2 ár, soleiðis at studentarnir kunnu vera virknir í vinnulívinum, um somu tíð sum teir taka eina universitetsútbúgving. Stórur partur av útbúgvingini er farin fram við verkætlanararbeiði og sjálvlestri.
Útbúgvingin er ein framhaldsmøguleiki hjá teimum, ið hava tikið teldustøðingaprógv (datamatikaraprógv) frá t.d. Føroya Handilsskúla. Fólk við øðrum javnsettum førtreytum kunnu eisini taka útbúgvingina.
Stórar politiskar KT-ætlanir
Landstýrið er farið undir at gera eina samfelagsstrategi, sum hevur til endamáls at gera Føroyar til eina av heimsins fremstu tjóðum í 2015. Óivað er kunningartøkni ein liður í hesum, tí høg politisk mál eru eisini frammanundan sett við atliti at kunningar-tøkni í Føroyum. Hetta sæst t.d. í løgmansrøðuni frá 2000, har sagt verður, at føroyingar eiga at seta sær fyri at "gerast millum fremstu tjóðirnar á kunningartøkniøkinum." Eisini hevur Vinnumálaráðið víst á týdningin at menna før-oyskan førleika í kunningartøkni, m.a í bóklinginum "Føroyskur førleiki" frá 1999 og í "KT-vinnupolitikkur - Uppskot frá lands-stýrismanninum í vinnumálum" frá 2001, har áherðsla verður løgd á menning av hægri føroyskum KT-førleika. Í bóklinginum "Vinnusjónarmið 2002" leggur Føroya Ar-beiðsgevarafelag somuleiðis dent á útbúgving og nýtslumenning av kunningartøkni.
Útbúgving er ein fortreyt
Føroysk KT-vinna má byggja á ein grundvøll við væl útbúnum fólki, og útbúgvingin av teimum 11 bachelorunum í kunningartøkni er ein liður í at hækka førleikastigið í føroysku KT-vinnuni. Ein bachelorútbúgving er fyrsta stigið á akademisku útbúgvingarleiðini.
Hægri útbúgving og gransking innan kunningartøkni er ein fortreyt fyri menning av KT-førleika og KT-vinnu í Føroyum. Tað finnast føroyingar, í Føroyum og í útlondum, sum hava førleika til at taka við granskingarstørvum og luttaka í útbúgvingum av fólki til øll akademisk stig. Karmar eiga at verða skaptir fyri, at hesi fólk kunnu vera við til at menna eitt føroyskt granskingarumhvørvi innan kunning-artøkni og vera við til at útbúgva fólk til KT-vinnuna.
KT-útbúgvingin nógv eftirspurd
Bachelorútbúgvingin í kunningartøkni er nógv eftirspurd. Men tað er ikki møguligt at siga nær ella um tað fer at bera til at taka eitt nýtt hold inn á Náttúruvísindadeildina, tí fíggjarligu útlitini eru vánalig fyri at fáa KT-frøðing í starv, sum kann vara av útbúgvingini. Tað er neyðugt, um útbúgvingin skal vera millum føstu lestrartilboðini.
Útbúgvingin hesu ferð
Tveir persónar hava staðið formliga fyri praktiska og fakliga partinum av útbúgvingini hesa fyrstu ferðina. Teir eru ávikavist Allan Dresling, lektari frá Ålborg Universiteti, og Martin Zachariassen, lektari frá Keypmannahavnar Universiteti. Teir hava báðir havt eitt formligt tilknýti til Náttúruvísindadeildina sum adjungeraðir lektarar, meðan útbúgvingin hevur verið í gongd.