Heldur ikki í gjár var nakar tilburður av koronu skrásettur í Føroyum. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum og nú eru heilar 97.762 kanningar gjørdar í Føroyum. Seinast ein koronutilburður varð skrásettur í Føroyum, hósdagin 20. august og sostatt hava viðnú havt ellivu koronufríar dagar.
Tilsamans hava 411 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Og tilsamans eru 374 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 37 persónar smittaðir í løtuni. Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við Korona, men teir liggja ikki á intensivu deild.
Nú vit hava verið koronufrí so leingi, verður farið burtur frá at koma við dagligum upplýsingum um støðuna, men hendir ein broyting, verður upplýst um tað, sigur Heilsumálaráðið.