Ellivu ferðsluóhapp

Løgreglan í Havn boðar frá 11 ferðsuóhappum um vikuskiftið. Ósketni var orsøkin til flestu teirra

Fríggjadagin var talið á ferðsluóhappum í økinum hjá Løgregluni í Havn 7 og leygardagin var talið 4. Orsøkin til ferðsluóhappini verður í flestu førum mett at vera ósketni. Fyrsta ferðsluóhappi hendi á Ringvegnum, beint við Smyrilsveg, fríggjadagin um middagsleiti. Har rendu tveir bilar saman. Annar var á veg norðureftir og hin suðureftir. Tann, ið skuldi norðureftir sneiddi brádliga til vinstru í krossvegnum og koyrdi beint út fyri bilin, ið var á veg suðureftir. Báðir bilarnir fingu stóran skaða.

Seinni hendi eitt ferðsluóhapp við Landsbókasavnið. Har var talan um tríggir bilar, ið koyrdu á rað. Tann fyrsti steðgaði nærhendis Landsbókasavninum, og tískil bremsaði tann næsti eisini. Men tann triðji gav sær ikki far um, at hinir báðir steðgaðu, og rendi hann tískil á næsta bilin, ið fekk skaða av stoytinum. Nakað tað sama hendi í rundkoyringini við endan av R. C. Effersøesgøtu, tá ein bilur av berum ósketni rendi í ein bil, ið stóð og bíðaði eftir at koyra inn í rundkoyringina.

Náttina til leygardagin hendi eisini eitt stórt ferðsluóhapp norðan fyri Velbastað. Orsøkin til óhappi var ein seyður, ið leyp fyri bilin. Førarin gjørdist so mikið kløkkur av hesum, at hann rendi útav. Bilurin gjørdist vrak, men tó hendi eingin fólkaskaði.

Eisini vórðu tveir 19 ára gamlir dreingir tiknir fyri at koyra við kenning í Havn um vikuskiftið.