Ellisheim í Argja skúla

Bergur Rasmussen og Petur Reinert (flokslærarar í 10. flokki á Kommunuskúlanum)

Býráðið letur stóran, nýggjan og glæsiligan skúla byggja á Argjum, sum bæði børn og foreldur munnu gleða seg til at flyta inn í í næstu framtíð.
Tað er eisini fantastiskt, at lærararnir fara at fáa góðar, nýmótans arbeiðsumstøður.
Alt gott um tað, og tillukku Tórshavnar Býráð við byggingini.
Tað verður dagur í viku at sleppa at klippa snórin, tá ið skúlin letur upp, ikki so Jógvan Arge?

Ein samtykt og onnur ...
Men nú vit eru við skúlar, so standa vit, ið varða av 10nda í Tórshavnar Kommunuskúla spyrjandi. Vit kunnu ikki annað enn undrast, tí tað tykist, sum verður ynskið hjá okkum at sleppa at halda fram við 10nda flokki ignorerað av formanninum í Mentanarnevnd Býráðsins – Jógvani Arge – ið tvíheldur um, at “tað er ein býráðssamtykt”, at 10ndi skal savnast í einum depli yviri í Eysturskúlanum.
Men er tað nú heilt beint, góði Jógvan?
Samtykti býráðið ikki, at 10ndi flokkur skuldi samlast í ein depil, sum lá fyri seg sjálvan og ikki var knýttur at øðrum skúlum?
Samtykti býráðið ikki, at 10ndi flokkur skuldi hava sína egnu leiðslu, ið ikki hevði leiðsluábyrgd á øðrum skúlum?
Samtykti býráðið ikki, at lærararnir, sum skuldu undirvísa 10nda flokki í nýggja deplinum, burturav skuldu hava tað til arbeiðis og ikki skuldu vera noyddir at undirvísa á øðrum stað?
Svarið upp á allar tríggjar spurningar er: Jú, tað samtykti býráðið!
Men hvat fær býráðið?
Hvat fáa borgararnir í Havnini?
Hvat fáa skúlabørnini?
Tey fáa ein skúla, sum er partur av Eysturskúlanum!
Tey fáa ein skúla, sum leiðslan í Eysturskúlanum skal skipa!
Tey fáa ein skúla, har lærararnir eisini skulu taka sær av hinum børnunum í Eysturskúlanum.
Børnini í Eysturskúlanum eru fitt, jú ... lærararnir eru raskir, jú ... leiðslan eisini skilagóð; men tað, sum býráðið samtykti er ikki, at 10nda floks depilin skuldi fáa hesa lagnuna.

Líkamikið?
Er tað ikki heldur so, Jógvan, at nevndin, sum bleiv sett at skriva álit um nýggjan 10nda floks depil fyri Tórshavnar kommunu, skeyt upp, at depilin kundi húsast fyribils í hølum Eysturskúlans; meðan arbeitt var fram í móti, at nýggjur skúlabygningur bleiv bygdur úti í Marknagili?
Eg veit væl, at tú ikki sat sum formaður í Mentanarnevnd býráðsins, tá ið avtalan bleiv gjørd. Floksfelagi tín – Hildur Eyðunsdóttir sat har tá – men er tað nóg góð orsøk til, at gjøgnumtrumfa eina avgerð, ið ikki er í samsvar við veruleikan longur?
Er tað nóg góð orsøk at knúsa sundur eitt 10nda floks tilboð, sum riggar?
Kanska tað 10nda floks tilboðið, sum riggar best í øllum landinum?
Vekir tað slett ikki undran hjá leiðaranum av Mentanarnevnd býráðsins, at formaðurin í nevndini, sum viðmælti, at allir 10nda floks næmingarnir í kommununi skulu savnast yviri í Eysturskúlanum, eisini er skúlastjóri har?
Ella er tað fullkomiliga líkamikið, at skúlastýrið fyri Kommunuskúlan á býráðsfundi vísti á henda álvarsama gegnistrupulleikan?
Er tað fullkomiliga líkamikið, at talið av 10nda floks próvtakarum í Kommunuskúlanum hevur staðið í støðugum vøkstri seinastu árini, meðan talið hevur staðið í stað ella í minking aðrastaðni í býnum?
Hevði tað ikki verið upp á sítt pláss at bíðað eitt lítið sindur við at knúsað nakað sundur, sum riggar?
Hevði tað ikki verið eitt hugskot, at kommunan royndi seg við tveimum deplum fyrst? Vit vilja fegin hjálpa til við at víðarimenna 10nda flokstilboðið í kommununi, men ikki um vit skulu avhøvdast fyrst ...
... er tað so ringt at skilja?

Aftur til ellisheimið ...
Nú hevur floksfelagi tín – Marin Katrina Frýdal – sagt alment, at tað fer at kosta 18-22 milliónir krónur, um 10ndi flokkur skal verða verandi í Kommunuskúlanum, og so legði hon aftrat, at tað fór at forða býráðnum at byggja ellisheim til borgararnar.
Persónliga haldi eg tað vera ótrúliga lágt av einum politikara at spæla “ellisheims-kortið” út ímóti einum skúla, og tað rós skalt tú hava, at tú einki hevur sagt um hetta nakrastaðni.
Men tá ið kortið nú liggur á borðinum, so kundi man tikið og brúkt tað skilagott.
Nýbyggingin á Argjum verður skjótt liðug, og tað merkir, at ein stórur, góður bygningur stendur klárur, ið einans krevur smærri umvælingar, áðrenn hann kann brúkast sum ellisheim.
Hevði tað ikki verið ein fantastiskur snórur at klipt, Jógvan?
Eitt ellisheim við svimjihyli, stórum køki og ítróttarfacilitetum ... hugsa um tað ... tú skalt sleppa at eiga uppskotið, bara tú ikki verður hin avgerandi atkvøðan, ið knúsar 10nda flokk í Tórshavnar Kommunuskúla, tí tá er vandi fyri, at vit missa meiri fyri minni ...