Ellisakførini verða flotað í dag

Fyri 23. ferð fara elliskførini at seta sín serliga dám á flaggdagshaldið í Havn.

Gamalt var at flota kappróðrarbátarnar flaggdagin. Hendan sið tóku limirnir í Føroya Ellisakførum upp longu fyrsta árið, tá felagið varð stovnað í 1992.

 

Soleiðis verður eisini gjørt í dag – tá akførini fyri 23. ferð seta sín serliga dám á flaggdagshaldið í Havn.

 

Ellisakførini hittast við hølini hjá Føroya Ellisakførum yvir við Strond 22 klokkan 14. Síðani koyra tey ein túr gjøgnum býin, áðrenn tey verða sýnd fram í Tórsgøtu. Har standa tey, meðan flaggdagshaldið fer fram á Vaglinum, har skótar marsjera og Jákup av Skarði, lærari í Nólsoy, fer at halda flaggdagsrøðuna.

 

Eftir flaggdagshaldið koyra ellisakførini aftur ein tú gjøgnum býin.

 

Aldursforsetin í Føroya Ellisakførum, Sverri Mortensen á Argjum, sum í síðsta mánaði fylti 92 ár, verður aftur fremstur í røðini hesaferð. Hann plagdi at koyra fremst á síni BSA motorsúkklu frá 1939. Hóast Sverri framvegis koyrir bil, so hevur hann sett motorsúkkluna. Hann verður við í raðkoyringini sum ferðamaður í fremsta bilinum, sum er ein Ford A frá 1930.