Ellisakfarið í Sosialinum: Buick Riviera frá 1966

Jákup Eli á Lava í Havn eigur ein flottan Buick Riviera frá 1966. Hesin er ein stórur og væl hildin bilur, og eitt av væl umtóktu ellisakførunum frá 1960-unum

 

Jákup Eli hevur stóran áhuga fyri ellisakførum, og hevur hann átt fleiri gamlar bilar sum t.d. Jeep Wrangler og Ford Mustang.

 

Eftir at hann seldi sín Ford Mustang frá 1966 til Rúna Djurhuus, hevði hann eitt ynski um at keypa ein annan Mustang frá 1971.

 

Hann fór saman við fleiri í felagnum fyri amerikanskar bilar í Føroyum, Am Car Føroyar, á eina bilstevnu í Øster Urup nærindis Aalborg í Jútlandi. Har fall hann fyri hesum Buick'inum í somu løtu, hann sá bilin.

 

Jákup Eli fekk bilin heim við sær við Norrönu tveir dagar seinni eftir at hava tingast við eigaran um prísin.

 

Bilurin hevur ein serligan orange-littan lit. Hann líka penur undir botninum – enntá í sama liti sum alt hitt. Hann er sproytaður allur sum hann er.

 

Jákup Eli eigur og rekur fyritøkuna Blikksmiðjan á Lava. Har hann hevur góðar umstøður til at gera ymiskt t.d. hevur hann galvaniserað allar skrúvurnar í bilinum.

 

Motorurin er merktur 7.100 cc, hann er sera kvikur og hevur góða kraft.

 

Lesið meira í Sosialinum sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

##med28##

##med29##

##med30##

 

 

Bilurin er ein Buick Skylark coupé árgang 1966 hjá Hans Pet­uri Poulsen á Eiði. Hans Petur keypti bilin í Danmark í 1976 og hevði hann við heim til Føroyar í 1978. Bilurin, sum var hvítur við svart­ari leðurkabinu, hevði 5.5 litra V8 motor við 285 hk. Í 1982 varð bilurin seldur til Suðuroyar. Buick Skylark vóru gjørdir av General Motors í USA í trim­um ymiskum tíðarskeiðum frá 1953 til 1998. Hetta mod­ell­ið var gjørt frá 1964 til 1972. Myndaeigari: Hans Petur Poulsen

Myndin er av einum Buick árgang 1937 hjá Williami Sloan í Havn. William koyrdi hýruvogn frá 1942 til 1947. Hann stovn­aði bilstøðina Taxa, sum helt til í Vágsbotni til 1945, tá flutt varð í nýggja bilstøð í Lucas Debesargøtu. Myndaeigari: Daisy Sloan

Buick 40 Sedan og Bentley S2 hjá Hans Elmari Poulsen í Vatnsoyrum. Mynd tikin í sambandi við at Vágatunnilin læt upp í 2002. Mynd: Magnus Gunnarsson

15. mars í 1980 hevði Sosialurin ein lista við 19 teimum mest seldu bilunum í Føroyum, árið fyri, í 1979. Í 1978 vórðu skrásett 1899 nýgg motorakfør í Føroyum. Til sam­an­ber­in­gar vórðu skrásett 1634 nýggj motorakfør í fjør. Í 1979 vóru tilsamans 10.708 akfør í Føroyum. Um árskiftið vóru 42.025 akfør skrásett í Føroyum

Myndin er tikin á Essostøðini hjá Frits Jensen í Gunda­dali. Arnfríði Dam Jacobsen letur bensin í ein reyðan Ramb­ler Classic frá 1962 hjá Eivindi Christiansen í Vest­manna. Mynd: Eirikur Ólason Simonsen

Austin Mini 850 hjá Allan Brockie, sum hann keypti í 1964. Bilurin hevur nummarplátuna Fø 5.555. Bilin keypti hann sum eitt ára gamlan frá Hans Jacob Hermansen. Mynd: Alan Brockie