Myndir: Álvur Haraldsen

Ellisakfarið hesaferð: 50 ára gamal Opel Manta

Martin Mouritsen í Havn eigur ein 50 ára gamlan Opel Manta frá 1975 við nummarplátuni Fø 57.151. Bilin keypti hann úr Norra í 2013

 

Myndir: Álvur Haraldsen

Men søgan byrjar ikki har, men við einum øðrum Opel Manta sum hann keypti nýggjan í oktober 1975. Hesin hevði eisini nummar Fø 57.151.

 

Martin var í læru á bilverkstaðnum hjá P/F Vilhelm Nielsen & Søn í Jónas Broncksgøtu frá 1972 til 1976. Fyritøkan seldi bilmerkini Opel, Vauxhall, Chevrolet og Bedford.

 

Martin hevði keypt sær ein brúktan Opel Kadett Rallye Coupé - gulan við svørtum motorhjálmi og síðulistum.

 

Í oktober 1975 fáa teir hjá Vilhelm Nielsen tann fyrsta Opel Manta B, sum var eitt spildurnýtt modell. Bilurin var bí-lagd-ur til ein kunda, men tað vísti seg, at hesin kundin hevði betri hug á einum størri bili.

 

Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

 

 

Myndir: Álvur Haraldsen