Ellisakfør verða »luftað« flaggdagin

Undir flaggdagshaldinum í Havn sunnudagin verða gamlir bilar og gamlar súkklur sýnd fram á Kongabrúnni

Hjá felagnum Føroya Ellisakfør er tað vorðið fastur táttur, at gomlu akførini verða luftað flaggdagin, og dagurin í ár verður einki undantak í so máta.

Fyrri árini hevur felagið sýnt gomlu akførini fram í gamal Kommunuskúlagarðinum, men har gjørdist ov trongt, so seinnu árini hevur felagið sýnt fram á Bursatanga.

Men í ár verður eitt sindur øðrvísi. Hesafer er ætlanin, at akførini skulu sýnast fram á Kongabrúnni. Bilarnir verða settir á lokið á ósanum og undir Fútastovu, meðan súkklurnar verða sýndar fram á økinum niðan fyri Café Nátúr.

Limirnir í Føroya Ellisakførum møtast á Statoil Støðini í Gundadali, sum eisini verður karmur um tiltakið hjá Ellisakførum.

Frá Statoilstøðini verður koyrt oman á Kongabrúnna, har akførini verða sýnd fram hálvan tíma áðrenn flaggdagshaldið og eina løtu aftan á. Síðani verður koyrt niðan aftur til Statoilstøðina, at høvi verður at síggja gomlu bilarnar og súkklurnar til klokkan18.

Brynjálvur Jensen, formaður í Føroya Ellisakførum sigur við Sosialin, at teir rokna við, at einir fimtan bilar umframt nakrar súkklur verða við í tiltakinum hesaferð. Hann sigur eisini, at nøkur nýggj akfør verða við, sum ikki hava verið at sæð í Føroyum áður.

Brynjávlur Jensen letur væl at arbeiðinum hjá felagnum, sum nú eisini hevur fingið størri felagshøli. Felagið hevur júst gjørt sáttmála við Tórshavnar Býráð um at leiga gamla vatnbrunnin við Gráastein.

Brunnurin, sum er stoyptur og hevur betongdekk omaná, er um 759 fermetrar til støddar, og nú verður arbeitt við at fáa hol á brunnin, sum síðan skal innrættast til endamálið hjá Føroya Ellisakførum. Sum frálíður er ætlanin, at brunnurin skal gerast eitt tekniskt museum, sigur Brynjálvur Jensen. Skráin fyri raðkoyringina hjá Ellisakførum er annars hendan:



kl 14:00Møtt verður á STatoil í Gundadali.

kl 14:30Koyrt verður raðkoyring oman á Kongabrúnna

kl 15:00Flaggdagshaldið

kl 15:30Raðkoyring til STatoil í Gundadali

kl 16:00Framsýning Statoilstøðin

kl 18:00Framsýningin endar