Áhugafelagið Føroya Ellisakfør skipar fyri útferð fyri limir við familju til Dals leygardagin 16. august.
Luttakararnir møtast í felagshølunum Yviri við Strond kl. 11.00 til morgunmat, og kl. 12.30 verður koyrt í raðkoyring til Gomlurætt. Í Sandoynni verður koyrt til tær ymisku bygdirnar í oynni, áðrenn farið verður til Dals.
Í Dali eru góðir møguleikar at sova í tjaldi á tjaldstaði. Eisini er møguleiki fyri at búgva á Eiriksgarði, har sovisalur er. Um kvøldið verður hugni við grillmati.
Fyri tey sum hava áhuga fyri tí, verður deknaguðstænasta í nýumvældu kirkjuni í bygdini sunnudagin kl. 12.
Meira um Sandoy og Dal sæst á heimasíðini: www.visitsandoy.fo