Hetta er 20 árið á rað, at Føroya Ellisakfør sýnir fram síni gomlu akfør á flaggdegnum. Tórsgøta var stongd av fyri allari ferðslu, so fólk kundu skoða gomlu akførini í friði og náðum. Á framsýningini vóru bæði motorsúkklur og bilar av ymiskum sløgum og í øllum aldri.
Bilurin sum vakti størst ans í Tórsgøtu var helst tann nýístandsetti Bedford brandbilurin hjá Tórshavnar Sløkkiliði. Bilurin, sum varð keyptur sum nýggjur í 1948, er nú gjørdur í upprunaligan stand og sær út sum nýggjur.